Koppseting fyri koronu: Nógv tey flestu eru kvinnur

Men tað hevur eina natúrliga forkláring, sigur Heilsumálaráðið

Nógv tey flestur í Føroyum, sum higartil eru koppsett fyri koronu, eru kvinnur. Tað upplýsir Heilsumálaráðið, sum hevur gjørt tølini upp.

Men tey halda, at tað hevur eina natúrliga forkláring og hon er, at nógv tey flestu starvsfólkini í heilsurøktini av ymsum slagi, eru kvinnur og tað vórðu nettupp hesi, sum vórðu koppsett fyrst

Annars vísa tølini, at nú hava 5.586 fólk í Føroyum fingið tað fyrru sproytuna, tað eru 10,5 prosent av fólkinum. Hinvegin hava 4.074 fólk fingið báðar sproyturnar, og sostatt er liðugt at koppseta 7,7 prosent av fólkinum í Føroyum. Og heili 81,28 prosent av teimum, sum eru endaliga koppsett, eru kvinnur. Sosatt eru tað bara 18,72 prosent, sum eru menn.

Nú er annars næstan liðugt at koppseta ein triðing av teimum, sum er 85 ár, ella eldri, men hinvegin eru tað bara trý prosent av teimum ímillum 15 og 24 ár, sum hava fingið báðar sproyturnar, og sum sostatt eru endaliga koppsett.