Korona: Eru til reiðar at hera tiltøkini

Fyribils verða ikki fleiri tiltøk sett í verk fyri at geva teimum, sum koma til Føroya, betri umstøður at halda tilmælini

 

Verður tað neyðugt, er Strandferðslan til reiðar at herða tiltøkini ímóti koronu.Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður. Sirið Stenberg, tingkvinna fyri Tjóðveldi, hevur ført fram, at tey, sum koma til Føroya í hesum døgum, hava ikki nóg góðar umstøður til at halda koronu-tilmælini hjá myndugleikunum, og tí spurdi hon løgmann, um nøkur ætlan er um at gera nakað við tað.

https://www.in.fo/news-detail/news/mugu-faa-betri-umstoedur-at-halda-tilmaelid-um-koronu/?no_cache=1Les meiri um tað her: Mugu fáa betri umstøður at halda tilmælini um koronu

Bárður á Steig Nielsen sigur, at sum heild stendur tað til teir ymsu stovnarnar sjálvar at skipa virksemið soleiðis, at koronu-tilmælini kunnu haldast.

Men annars hevur Reyði Krosssur boðað frá, at fólk, sum koma til landið, og sum skulu til Suðuroyar, eru vælkomin at bíleggja sær eitt bíðirúm hjá felagsskapinum í Havn, og tað er eitt tilboð, sum stendur við til og við í morgin.

Annars hevur Strandferðslan eisini lagað sítt virksemi til og hevur kunnað ferðafólkini um tað, bæði á føroyskum og á enskum. Tað er eisini avtalað við Atlantsflog, at tey kunnu ferðafólk, sum ferðast við tyrluni.

Men annars hevur Strandferðslan ikki tikið onnur stig fyri at skipa viðurskiftini á farstøðunum, ella fyri at útvega serlig bíðirúm til tey, sum koma til landið.

Løgmaður sigur, at Strandferðslan er sannførd um, at tilmælini, sum eru sett í verk, eru bæði týðilig og greið í sínum boðskapi til ferðafólk um at taka ábyrgd á seg og at fylgja tilmælunum tá ið tey ferðast.

Men løgmaður sigur, at tað liggur eisini ein serlig ábyrgd á teimum, sum koma til Føroyar um at virða tilmælini og at vísa samfelagsliga ábyrgd fyri at verja onnur, og alt tað er væl lýst í kunningini til ferðafólk.

Men annars fylgir Strandferðslan gjølliga við støðuni, og verður tað neyðugt, eru tey eisini til reiðar at herða tilbúgvingina, sigur løgmaður.