Korona: Kreppa í verjuni hjá Real Madrid

Champions League: Hvørki Sergio Ramos ella Raphael Varane eru við móti Liverpool

Í kvøld verða tvær tær fyrstu fyrru fjórðingsfinalurnar í Champions League. Real Madrid tekur á heimavølli móti Liverpool, og Manchester City tekur móti Erlingi B. Håland og Borussia Dortmund. 

Real Madrid – Liverpool (20.00)

Heimaliðið, sum í løtuni spælir heimadystirnar á Alfredo Di Stefano venjingarvøllinum, meðan Santiago Bernabeu verður umvælt, er uttan miðverjarnar Sergio Ramos og Raphael Varane. Sergio Ramos er skaddur, meðan Raphael Varane hevur fingið staðfest koronu í dag. Zinedine Zidane verður eisini uttan Eden Hazard, ið framvegis er skaddur.

Zinedine Zidane og Real Madrid fáa tók ogan samkenslu úr Liverpool, sum hevur verið uttan tríggjar teir fremstu miðverjarnar, Virgil Van Dijk, Joe Gomez og Joel Matip, næstan alt kappingarárið. Nú tykist Liverpool hava funnið eina fyribils loysn í miðverjuni, sum gevur Fabinho møguleikan at spæla á verjukenda miðvøllinum. Har trívist hann best. Liverpool er eisini framvegis uttan liðskiparan Jordan Henderson.

Undan dystinum hevur nógv verið gjørt burturúr, at Sergio Ramos gjørdi Mohamed Salah skaddan, tá liðini møttust í Champions League finaluni í 2018. Tá vann Real Madrid 3-1. Mohamed Salah hevur undan dystinum í kvøld sagt, at hann hevur ein serliga orsøk til at vilja vinna hendan dystinum, sum tó verður uttan Sergio Ramos, ið er skaddur.

Bæði Real Madrid og Liverpool eru komin fyri seg, eftir at hava havt minni góð tíðarskeið í hesum kappingarárinum. Veddingarfyritøkurnar hava Liverpool til ein lítlan favoritt at vinna. Liverpool vann leygarkvøldið 3-0 á Arsenal. Real Madrid er aftur í meistarastríðnum í Spania, eftir at hava vunnið flestu seinastu dystunum. 

Møguligar uppstillingar og fakta:

Møgulig uppstilling Real Madrid: Courtois; Nacho, Militão, Mendy; Vázquez,odrić, Casemiro, Kroos, Marcelo; Benzema, Vinícius

Ikki við: Carvajal, Hazard, Ramos, Varane

Ivasamur: Valverde

Leikbann um gult kort: Mendy, Valverde 

Møgulig uppstilling Liverpool: Alisson; Alexander-Arnold, Phillips, Kabak, Robertson; Thiago, Fabinho, Wijnaldum; Salah, Jota, Mané

Ikki við: Gomez, Henderson, Kelleher, Matip, Origi, Van Dijk

Leikbann um gult kort: Henderson, Milner, Wijnaldum

##med2##

##med3##