– Aftur í dag hava vit verið úti og startað bussarnar. Hesin er nýggjur og keyptur til ferðavinnu. Vit keyptu ein buss afturat, tí vit væntaðu, at 2020 fór at vera eitt metár.
Soleiðis skrivar Halda Juul Olsen frá HK Bussum á Facebook.
Hon vísir á, at tey á plássinum hava seks bussar standandi stillar.
– Men vit royna at starta teir av og á, so teir ikki fáa t.d. fuktskaða av at standa stillir so leingi. Bussarnir farast av ikki at vera í koyring í longri tíð.
– Í mun til 2019 fullu inntøkurnar frá ferðavinnuni við 85% í 2020. Jú, tú las rætt 85%, skrivar hon.
Tá koronukreppan byrjaði á grækarismessu í fjør vóru útlitini døpur. Tiltøk vórðu sett í verk, so privatu fyritøkurnar sum best kundu hóra undan. Tey almennu arbeiðsplássini kendu ikki støðuna á sama hátt, tí har vórðu fólk send heim við fullari løn. Men hjá tí privata var verr.
So komu hjálparpakkarnir. 1, 2 og 3. Tann fyrsti hjálpti nógvum, tí fólk kundu sendast heim fulla tíð ella parttíð við løn – um ikki fullari, so partvísari løn. Tað sum hevði týdning var, at arbeiðsplássini sluppu undan at gjalda løn ella partvísa løn. Hetta hjálpti sera væl hjá fleiri privatum arbeiðsplássum.
Men so kom 31. august. Og tá hildu politikararnir, at nú stóð so væl til, at neyðugt var ikki við fleiri hjálparpakkum. Sjálvt um kreppan bara gjørdist størri hjá nógvum privatum arbeiðsplássum. Til dømis hjá bussfeløgum.
Og Halda Juul Olsen heldur fram í sínum uppslag á Facebook:
– Vit høvdu annars ordiliga satsað upp á ferðavinnuna og høvdu ordiliga gjørt okkum út til 2020 við góðum turistbussum, m.a. tí á myndini. Hann stendur stórt sæð óbrúktur á parkeringsplássinum, men tað ber ikki til at selja hann, tí hvørki heima ella úti er nakrar keypari.
– Vit hava verið noydd at siga fleiri fólk úr starvi, og nú er sløk helvtin eftir í mun til fyri einum ári síðani. Eisini hava vit fingið gjaldsskáa frá okkara útlendska fíggingarstovni.
– Tit kunnu sjálvi rokna út, hvussu fyritøkan bløðir: Í 2019 koyrdi ein av bussunum 70.000 km, og í 2020 koyrdi hann 9.000 km!
Soleiðis er støðan hjá fleiri vinnuvirkjum í Føroyum, hóast almenn arbeiðspláss og summar vinnur tjenar meira, enn tey gjørdu fyri koronukreppuna. Men ferðavinnan bløðir – og hon stúrtbløðir.
Og Halda Juul Olsen heldur fram:
– Eitt er, at útlendingar ikki eru komnir til landið, men marknaðurin fyri innanlendisferðavinnu er stórt sæð ikki til, tí fólk tora ikki at sita tætt saman.
– Vit søktu allar tríggjar hjálparpakkarnar. Tann fyrsti gjørdi góðan mun, tí hann gav løn til starvsfólk. Eisini hjálpti hjálparpakki 3 eitt sindur, men tíðarskeiðið var alt ov stutt, tí hann var bara fram til 31. august, og enn er slett ikki komin gongd á koyringina.
– 2021 er byrjað, og longu nú eru nógvar bíleggingar fluttar frá apríl til septembur í ár, og satt at siga veit eg ikki, hvussu hetta kemur at spæla av, skrivar Halda Juul Olsen, sum leggur afturat:
– P. S. Fyri løtu síðan kom eitt útspæl frá Jørgen Niclassen um, at teir ætla at leingja gjaldið fyri koronukanning á flogvøllinum árið út, so nú veit eg púrt einki...
Tað almenna er tryggjað. Ávísar privatar vinnur koyra við fullari ferð, men summar vinnur bløða – og stúrtbløða. Eitt nú ferðavinnan.
Kanska onkur politikari gevur tí gætur?