Koyrilíkindi: Støðan er versnað seinnapartin

Nú er ikki koyrandi á fleiri vegastrekkjum, og tað vera helst nøkur, sum ikki sleppa heim, tá ið tey høvdu ætla sær heim

Soleiðis sær út á Vestmannavegnum. Myndina tók Birgir Waag Høgnesen

Tað hevur kavað illa seinnapartin og nógvastaðni er so nógv jarðrok, sum sjáldan fyrr.

 

Og tað verða helsr nøkur, sum ikki sleppa til húsar so skjótt, tey høvdu ætlað, tí løgreglan sigur, at fleiri vegastrekki eru stongd seinnapartin. Í hesum sambandi eru Vestmannavegurin, vegurin um Sandavágsháls, vegurin um Velbastaðháls, og vegurin frá brúnni við Streymin í Sundalagnum og til Skálabotn eru allir stongdir.

 

Tá tamarhald er fingið á støðuna, verður skipa fyri rekkjukoyring hesi støðini, sigur løgreglan.

 

Landsverk sigur, at tað heldur ikki koyrandi til Skælings, til Gjáar og á Saksunarvegnum, Oyndarfjarðarvegurin, Tjørnuvíkarvegnum, og á Víkarvegnum.

 

##med3##

 

Tað eisini sera vánalig koyrilíkindi Hvannasundstunnlinum til Viðareiðis, sigur Landsverk. Landsverk sigur, at sum heild eru líkindini ring um alt landið.

 

##med2##

 

Soleiðis sær út á Vestmannavegnum. Myndina tók Birgir Waag Høgnesen

Hesir standa á Vestmannavegnum og bíða. Myndina tók Birgir Waag Høgnesen

Video: Birgir Waag Høgnesen

Video: Birgir Waag Høgnesen