KRIS tekur undir við, at fyrniningarfreistin í sambandi við siðamisbort móti børnum, skal burtur. Tað siga felagsskapurin KRIS og Guðbjørg Vest í fráboðan.
Í morgin verður skrúðgonga, har vart verður gjørt við, at fyrningarfreistin skal avtakast.
– Hesum taka vit sum felagsskapur fult undir við. Nógv menniskju, sum hava verið fyri kynsligum ágangi, og ikki megnaðu at siga frá sum børn og ung, hava ongan møguleika at fáa gagn av at siga frá, um fyrsningarfreistin ikki verður avtikin. Avleiðingar og seinárinini av kynsligum ágangi eru katastrofalar, tað kunnu vit, sum arbeiða í KRIS ásanna, eftir at vit dagliga, í gjøgnum ár og dag, hava veitt hjálp til mong, ið hava verið fyri hesum óræti, sigur felagsskapurin í fráboðanini.
– Tá hesi menniskju hava fingið møguleikan at greiða frá tí, teimum hevur verið fyri, og eru blivin so væl hjálpt ávegis, at tey tora at Bróta Tøgnina, ja, so er freistin farin. Hetta kunnu vit ikki góðtaka. Tí heita vit á landsins mynduleikar um at broyta núverandi lóg viðvíkjandi fyrsningarfreistini, so Føroyar kunnu gerast eitt tryggari stað at liva í, sigur KRIS.