Kris Kristofferson er komin til Føroya

Eitt av høvuðsnøvnunum á ársins G! festivali, Kris Kristofferson, er nú komin til Føroya saman við familjuni. 

 

 

Á myndum, sum bólkurin hjá Benjamin Petersen, Son of Fortune, hevur deilt á Facebook, sæst Kristofferson familjan sita og lýða á, meðan Benjamin Petersen framførir.  

 

 

Benjamin Petersen sigur seg vera sera spentan til leygarkvøldið. Tá trínur hann nevniliga á pall saman við countrylegenduni.

 

 

Kris Kristofferson spælir á sandinum leygarkvøldið kl. 18.