Klokkan 18.30 fer Eiler Rasmussen at bríksla fyri fyrstu ferð í Klaksvík, har B36 er gestur í útsetta landskappingardystinum ímóti KÍ. Hann er høgur í ættini, so tað er kavi í fjøllunum og bítandi kalt, men annars eru líkindini at spæla fótbólt góð í Klaksvík.
Leygarkvøldið sat Kristian Joensen, sum higartil í ár hevur vart KÍ málið, og sum í fjør var ársins málverji, á beinkinum, meðan nýggi pólski málverjin Lukasz Jarosinski vardi KÍ málið. Nýggi pólski málverjin er aftur millum KÍ stólparnar íkvøld.
Í summar var Páll A. Klettskarð ein brandur í Europa dystinum. Í kvøld er hann á beinkinum. 18 ára gamli Jonn Johannesen er undir liðini á Ole Erik Midtskogan í KÍ álopinum.
Hjá B36 er Eli Falkvard Nielsen, sum var leikbannaður leygardagin, tá ið B36 vann 2-0 í Gundadali ímóti TB, á beinkinum. Stefan Radosavljevic er á sentrala miðvøllinum saman við Magnus Holm Jacobsen, sum hevur verið skaddur.
KÍ - B36: Eiler Rasmussen kl. 18.30.