Skandalrakti borgarstjórin í New York, Eric Adams, sleppur royndunum um afturval. Veljarakanningar geva honum ikki stóran møguleika móti valevnum sum fyrrverandi guvernørinum Andrew Cuomo og unga vinstravenda vónmannin Zohran Mamdani. (Skrámynd) - Mynd: Ndz/Star

Kroysti borgarstjórin í New York stillar ikki uppaftur

Kappingin um borgarstjóran í New York er nú millum fyrrverandi guvernøran Andrew Cuomo og unga Zohran Mamdani.

Skandalrakti borgarstjórin í New York, Eric Adams, sleppur royndunum um afturval. Veljarakanningar geva honum ikki stóran møguleika móti valevnum sum fyrrverandi guvernørinum Andrew Cuomo og unga vinstravenda vónmannin Zohran Mamdani. (Skrámynd) - Mynd: Ndz/Star

Borgarstjórin í New York, demokraturin Eric Adams, gevst við royndini at verða afturvaldur.

Hesum boðar hann frá í videobroti á sosiala miðlinum X.

- Hóast alt tað, sum vit hava avrikað, kann eg ikki halda fram við mínum valstríði til afturval, sigur hann í videobrotinum.

Hann grundgevur fyri avgerðini við at hann ikki kann savna nóg mikið av peningi til at halda fram við sínum valstríði.

Avgerðin hjá Adams um at taka seg úr kemur, eftir at meiningakanningar leingi hava víst, at hann hevur mist undirtøku millum íbúgvar í New York.

Hetta kemst millum annað av hansara sambandi við Donald Trump, forseta, í einum nú endaðum mutursmáli, skrivar netmiðil Politico.

Eftir at Adams tók seg úr kappingini í dag, tykist kappingin nú at vera millum fyrrverandi guvernøran Andrew Cuomo og 33 ára gomlu politisku kometina Zohran Mamdani, sum er demokratur úr vinstravongi.

 

##med2##

 

Mamdani hevur eina greiða leiðslu í veljarakanningunum undan valinum 4. november.

Í apríl vísti ein samveldisdómari í New York frá sær eitt sensationelt korruptiónsmál móti borgarstjóranum Adams.

Hetta hendi, eftir at amerikanska løgmálaráðið bað ákæruvaldið sleppa málinum.

Orsøkin til hesa áheitan var, at løgmálaráðið vildi hava Adams at hjálpa til við átøkunum hjá Trump móti ólógligari innflyting.

Tilsamans fimm ákærur vórðu lagdar fram í málinum móti Adams. Hann varð millum annað skuldsettur fyri svik.

Eric Adams er tann fyrsti av teimum 110 borgarstjórunum í býnum gjøgnum fleiri hundrað ár, sum er ákærdur í einum revsimáli, meðan hann sat sum borgarstjóri.

Sambært ákæruni hevði Adams bæði leitað sær og tikið ímóti fyrimuni frá ríkum útlendskum vinnulívsmonnum og turkisku stjórnini, sum eftir øllum at døma royndi at ávirka Adams.

Borgarstjórin hevur noktað seg sekan í ákærunum.

 

/Ritzau/

 

Skandalrakti borgarstjórin í New York, Eric Adams, sleppur royndunum um afturval. Veljarakanningar geva honum ikki stóran møguleika móti valevnum sum fyrrverandi guvernørinum Andrew Cuomo og unga vinstravenda vónmannin Zohran Mamdani. (Skrámynd) - Mynd: Ndz/Star

Trýst á myndina fyri at hoyra grundgevingar hjá Eric Adams fyri ikki at stilla uppaftur sum borgarstjóri í New York