Kurt úti í kuldanum

Ósigurin á heimavølli ímóti toppliðnum úr Stavanger var ikki í tráð við spælbýti og møguleikarnar, heldur Julian Johnsson, sum komandi mánadag aftur fer at venja saman við liðfeløgunum

 

Tippeliga


Fótbóltslagið í Sogndal var ikki gott sunnukvøldið. Oddaliðið Viking úr Stavanger var og vitjaði, og teir fóru til hús aftur við øllum stigunum. Teir vunnu 1?0, og málið fingu teir, tá tað restaðu átta minuttir. Skiftisspælarin Ben Wright hevði bara verið á vøllinum í einar tríggjar minuttir, tá hann stútaði sigursmálið.

? Vit vóru sera hepnir at vinna, staðfesti venjarin hjá Viking Stavanger. Hann eitur Benny Lennartsson. Fótbóltsáhugaðir føroyingar eiga at komast við navnið. Hann var eitt skifti venjari í Lyngby, tá Todi Jónsson spældi har.

Hagtølini frá dystinum siga, at Sogndal hevði seks upplagdar málmøguleikar, og at Viking hevði tríggjar. Mest iðra teir í Sogndal seg um, at teir vórðu snýttir fyri eitt brotsspark:

? Tommy Øren varð feldur, tá tað restaði eitt korter. Vit hildu, at tað var brotsspark, men tað helt dómarin ikki. Í sjónvarpinum sóu vit sunnukvøldið, at tað var brotsspark. Sjálvandi hevði talan verið um øðrvísi síðstu løtu, um tað høvdu havt verið vit og ikki teir, sum fyrst fingu mál.

Hetta sigur Julian Johnsson. Hann taldist ímillum teir 2.103 áskoðararnar. Skaðin, sum hann hevur drigist við í tríggjar vikur heldur honum framvegis burturi frá besta liðnum:

? Eg venji konditiónsvenjing tvær ferðir um dagin, so eg eri ikki illa fyri. Ætlanin er, at eg komandi mánadag skal fara at venja saman við hinum aftur, og so vóni eg sjálvandi, at tað skjótt verður møguleiki at koma aftur á besta liðið.


Kurt uttanfyri

Í fjør var Kurt Mørkøre so mikið sentralur á liðnum hjá Sogndal, at teir kallaðu hann Kong Kurt. Hann skoraði í so at siga hvørjum dysti. Tá var Sogndal í næstbestu deildini. Nú eru teir í bestu deildini, og tað gongst ikki so væl at skjóta mál hjá Kurt Mørkøre, sum tískil ikki sleppur at spæla so nógv

Mitt í síðstu viku spældi Songdal í fyrsta umfarinum í steypakappingini. Dysturin var á útivølli ímóti Sør?Aurdal úr triði bestu deildini. Kurt Mørkøre var ímillum teir fyrstu ellivu. Hann spældi í ein tíma. Akkurát tá hann var farin av vøllinum skoraði Tommyu Øren til 1?0, og trettan minuttir seinni var støðan 3?0 til Sogndal. Kappingarneytarnir hjá Kurt, Alexander Ødegaard og Kurt Heggestad, skoraðu tey bæði seinnu málini.

Sunnudagin var Kurt Mørkøre á beinkinum allar 90 minuttirnar. Tað er stórt trýst á spælarunum í Sogndal í løtuni. Teir eru í dysti tvær ferðir um vikuna, og tað átti at borið við sær, at Kurt Mørkøre fekk ein nýggjan møguleika.

Sogndal skal spæla í landskappingini longu í annaðkvøld. Bæði ta ferðina og komandi sunnudag verður mótstøðan øgilig. Í annaðkvøld skulu teir spæla á útivølli ímóti Molde, sum er á triðja plássi, og sunnudagin kemur Rosenborg úr Tróndheimi at vitja í Sogndal. Rosenborg hevur leingi verið besta fótbóltsliðið í Norðurlondum. Teir hava tapt ein dyst í ár og eru á næstfremstir. Men teir verða mettir at vera mest upplagda boðið upp á norska meistaraskapin, og undir øllum umstøðum verða teir stórur biti hjá Sogndal.