Jón Pauli Olsen og Aleksandar Djordjevic eru landsliðsvenjarar hjá føroyska kvinnulandsliðnum í fótbólti. Teir fyrireika seg seg nú til undanumfarið til sjálva EM-undankappingina. Undanumfarið verður í apríl, og sum partur av fyrireikingunum verða spældir tveir venjingardystir móti U19-landsliðnum hjá Íslandi.
Fyrri dysturin verður spældur í Reykjaneshøllini fríggjadagin 20. februar klokkan 16:00, meðan seinni venjingardysturin verður í Kórinnhøllini sunnudagin 22. februar klokkan 13:00.
Monika Biskopstøð er einsamøll kvinna úr KÍ á landsliðnum, og tað man vera fyrsta ferðina í nýggjari tíð, at KÍ hevur somikið lítla umboðan á einum føroyskum A-landsliði hjá kvinnum.
Tær 18, ið hava fingið landsliðsboð, eru hesar:
Bjarta Johansen, B36.
Rakul V. Magnussen, Sigrun K. Kristiansen, Durita Hummeland, Fríðrún Danielsen, Anna Sofía Sevdal, Margunn Lindholm og Íðunn Magnussen, EBStreymur/Skála.
Lív Arge, Milja R. Simonsen, Heidi Sevdal og Jónvá Hentze, HB.
Kára Jarnskor, Sigrid Petersen og Arnborg Lervig, ÍF/Víkingur.
Monika Biskopstø, KÍ.
Oddrún Danielsen og Olga Kristina Hansen, Østerbro IF (Danmark).
Í undanumfarinum verður spælt á Malta, og tá skulu føroysku kvinnurnar spæla ímóti Andorra, Georgia og Malta. Vinnarin av kappingini spælir seg víðari til sjálva EM-undankappingina, sum byrjar í heyst.