Í Nes kommunu er onki avgjørt, hvør skal standa á odda fyri kommununi komandi fýra árini, men verandi borgarstjóri fekk flestar atkvøður og ætlar sær at halda fram Á Toftum er skundurin ikki so stórur at skipa seg, sum hann hevur verið til dømis í Havn og í Sundalagnum, har bý- og bygdaráðini longu hava skipað seg við ávikavist Heðini Mortensen og Kim Durhuuus sum borgarstjórum.
Sitandi borgarstjóri í Nes kommunu, Símun Johannesen, fekk 94 atkvøður. Tað eru 40 fleiri enn seinast, og tí tekur hann hetta sum eina dygga álitisváttan.
Enn er onki avgjørt fyri hansara viðkomandi, men Símun Johannesen sigur, at hann dúvar upp á at halda fram í oddasessinum fýra ár afturat. Nýggja bygdarráðið hevur avtalað fund seinnapartin, har tey fara at skipa seg.
Tveir listar vóru, har av annar var ein reinur kvinnulisti, sum fekk tveir av teimum sjey bygdaráðslimunum. Trý eru nývald.
Upprunaliga var bara ein listi í Nes kommunu, har fýra kvinnur vóru uppstillaðar, men Tofta Kvinnufelag gjørdi av at skipa kvinnulista, sum stillaði 11 valevni upp. Hetta gjørdi, at almenni listin minkaði niður í 10, tí tær fýra kvinnurnar á hesum listanum valdu at flyta yvir á kvinnulistan.
Nývalda bygdarráðið í Nes kommunu sær nú soleiðis út:
Símun Johannesen 94
Petur J. Petersen (Dakko) 81
Súni í Hjøllum 77
Jóhannus Danielsen, 72, nývaldur
Jákup Martin Kjeld 58, nývaldur
Elin á Torkilsheyggi 61
Súnfríð Jacobsen 47, nývald