Kvinnur og kvæði í Mettustovu

tíðindaskriv

Mánakvøldið 28. januar kl. 20 heldur Malan Marnersdóttir, professari í bók­ment­um, fyrilestur um kvinnur og kvæði


Talan er sum sama fyrilestur, sum Malan helt á Tvøroyri fyrr í mánaðnum, men nú fáa so vit havnarfólk møgu­leikan.
Fyrilesturin viðger repertoirið hjá trimum vágs­konum. Tær eru Birita á Mýri, Anna Sofía á Skála og Kristianna Schröder, sum allar livdu í 19. øld. Birita og Anna Sofía kvóðu fyri V.U. Hammershaimb, meðan Kristianna sjálv skrivaði síni kvæði upp. Forvitnisligt er at vita, um hesar kvinnur serliga hava lagt seg eftir at duga kvæði, sum lýsa kvinnulagnur og kvinnumentan, ella um tað eru tey vanligu kappa­kvæðini.