Kvívíkar kommuna samtykti einmælt á fundi hin 30. oktober í fjør at áseta tænastugjald á tóm býli í kommununi.
- Samtykt varð, at gjaldið skal setast so høgt sum til ber og setast í gildi skjótt, sum tað ber til, siga tey í kommununi.
Í dag hevur Kvívíkar kommuna lagt nýggja kunning út á sína heimasíðu, og her verður sagt, at tænastugjaldið verður 7.945 krónur um árið.
- Hetta varð samtykt á bygdaráðsfundi hin 29. januar í ár, siga tey í kommununi.
Víst verður á, at rokning verður send hálvárliga, og fyrsta rokning verður send fyri seinna hálvár 2026.
- Ásetingin byggir á nýggja lógarheimild, sum gevur kommunum møguleika at krevja tænastugjald fyri býli, har eingin er skrásettur at búgva sambært Landsfólkayvirlitinum, men har kommunan kortini er áløgd at veita grundleggjandi tænastur fyri:
* Vatnveiting
* Fráveiting av kloakk
* Burturbeining av húsarhaldsburturkasti
* Brunatilbúgving
Lógin ásetir, at um ein kommuna velur at brúka hesa heimild, skal tænastugjaldið krevjast fyri øll tóm býli í kommununi - uttan mun til, um eigarin sjálvur býr í kommununi ella ei.
Tænastugjaldið er sett í samsvari við lógina soleiðis, at tað -
* Hvílir í sær sjálvum
* Einans fevnir um veruligar útreiðslur
* Liggur undir ásettum hámarki fyri 2026, sum er 7.945 krónur fyri hvørt býli
Í Kvívíkar kommunu verður víst á, at umsitingin hevur gjørt eina nágreiniliga útrokning av rakstrarkostnaðinum fyri viðkomandi tænastur.
- Bygt á miðal rakstrartøl fyri árini 2020–2024 og sambært upplýsingum úr bygningsskránni, er miðal kostnaðurin roknaður til 8.064 krónur fyri hvørt býli um árið svarandi til 625 krónur um mánaðin.
Tænastugjaldið kemur í gildi hin 1. juli 2026.
- Kvívíkar kommuna hevur gjørt av, at gjaldið verður kravt inn hálvárliga, og eigarar av tómum býlum fáa nærri kunning um innkrevjing og gjaldsfreistir seinni í vár, verður lagt aftrat.










