Tveir nýggir elbilar til Reinhaldið í Havn

Reinhaldið hjá Tórshavnar kommunu hevur fingið tveir nýggjar sonevndar feiibilar – og fyri fyrstu ferð er talan um elektriskar feiibilar.

Annar av elbilunum skal vera í Havn, og hin skal vera í Kollafirði.

 

Kommunan hevur havt seks feiibilar – tríggjar stjórar og tríggjar minni – og teir hava allir verið diesel. Nú tveir nýggir minni el-feiibilar eru komnir, verður ein av teimum gomlu minnu bilunum tikin úr nýtslu.

 

Sostatt verður samlaða talið av feiibilum í Havn framvegis seks, men nú er ein av teimum elrikin. Harumframt kemur so ein nýggjur el-feiibilur at vera í Kollafirði burturav.

 

Nýggju bilarnir eru meira framkomnir enn gomlu diesel-bilarnir og kunnu millum annað eisini taka upp úr vegbrunnum, sum kemur væl við, til dømis tá ristir fram við vegnum eru tiptar.

 

Feiibilarnir hjá kommununi eru í gongd hvønn dag, eisini um vikuskiftið, og sum oftast verður byrjað tíðliga á morgni, áðrenn býurin er vaknaður.

 

Nýggju bilarnir kunnu koyra umleið átta tímar upp á eina løðing, og teir verða mettir at hava 10 ára livitíð.

 

Bilarnir, sum eru av slagnum Rasko Lynx, eru gjørdir í Kroatia.

 

Kommunan hevur keypt bilarnar frá MBM.

 

Kostnaðurin er umleið 1,8 mió. krónur fyri hvønn.

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##