Hondbóltur-kvinnur
Kyndil hevur aftur eitt kvinnulið, sum tey í felagnum kunnu vera errin av. Tað varð so dyggiliga staðfest, tá tær hølvaðu StÍF av í næsta landskappingardystinum á árinum.
Eftir tapið fyri Neistanum í fyrsta dystinum, var tað av altavgerandi týdningi hjá Kyndli við einum sigri, soleiðis at krepputosið frá teimum báðum seinastu árunum kundi fáast burtur.
StÍF hevði frí í fyrsta umfarinum, og tað var kanska ikki væntandi, at tær skuldu gera so øgiliga nógv við Kyndil, men hinvegin var kortini stórur spenningur um, hvussu liðið fór at standa seg, nú lokalu leikararnir høvdu eitt ára meira í royndum, umframt at felagið eisini hevur fingið litaviska partin av Sóljuni, sum í fjør endaði niðast í deildini.
Vengurnir avgjørdu
Fyrstu løtuna av dystinum tóktist munurin millum liðini ikki at vera so øgiliga stórur. Kyndil royndi at halda breidd í sínum spæli, soleiðis at verjan hjá StÍF kundi opnast, og partvíst eydnaðist hetta eisini. Hinvegin sýndi Asta Petrauskiene, at tað ikki var av tilvild, at hon í fjør gjørdist besti málskjúttin, og fyrsta korterið helt hon mest sum einsamøll StÍF innni í dystinum.
At enda gjørdist yvirvágin hjá Kyndli tó eisini ov nógv fyri litaviska stórskjúttan, og seinasta korterið undan steðginum staðfestu tær grønu so dyggiliga, at tær so avgjørt ætlaðu sær at vinna dystin.
Áhaldandi tryggleikin í skotroyndunum av veingingum gjørdu sítt til, at StÍF verjan toygnaði nógv, og tá tær soleiðis royndu at halda sera væl uppløgdu Heidi Mariu Akselsen og Anniku Thomsen frá at skora, lat hetta upp fyri bakspælarunu hjá Kyndli. Og við nøvum sum Anniku Ljósstein, Ann Hansen og Lotte Sørensen á mittastu plássunum, so er einki at siga til, at málini skolaðu inn aftan fyri hjálparsleysu Kristinu Griksaite.
Í seinna hálvleiki var gongdin at kalla hin sama. Kyndil hevði mest sum einki mótspæl frá illa sperdu StÍF kvinnunum. Eisini verjupartin fingu tær grønu nú at rigga somikið væl, at hóttanin ofta varð avmarkað til skotroyndir útifrá, og í tær nógvu av hesum hevði Fríða Petersen fult tamarhald á.
Eru uppi aftur
Sum sagt, so bar dysturin sunnudagin helst boð um, at Kyndil nú veruliga er um at koma fyri seg, eftir tvey ár í niðaru hálvu av stigatalvuni. Sum so er stamman í hópinum ikki so øgiliga nógv broytt, men tilgongdin hjá liðnum í ár tykist hava tryggjað, at einstøku leikararnir ikki skulu taka ov stórt tak einsamallar, og ikki minst hevur tað týdning, at bakspælararnir á liðnum nú eru fleiri í tali. Í so máta var tað tó ein dyggur smeitur, tá Annika Ljósstein seint í dystinum traðkaði somikið skeivt, at eitt festi í liðbandinum tók skaða, og noyðist Kyndil helst at vera hana fyriuttan komandi 5-6 vikurnar.
Hjá StÍF so var dysturin um ikki annað ein styrkismetan av, hvussu liðið er fyri, og í so máta kann helst staðfestast, at enn er nakað eftir upp á tindarnar. Tað er tó einki at ivast í, at liðið eins og í fjør hevur evni til at arga nøkur av teimum fremstu, men tá oddaliðini spæla somikið væl, sum Kyndil gjørdi sunnudagin, so er tó ikki so øgiliga nógv, sum hini kunnu gera.
Dysturin í tølum:
Kyndil-StÍF 38-25 (18-12)
Málskjúttar:
Kyndil: Annika Thomsen 11, Lotte Sørensen 10(6), Heidi Maria Akselesen 6, Annika Ljósstein 4, Ileana Manolescu 3, Ann Hansen 2, Marjun Tróndarson 1, Jensia Petersen 1(1)
StÍF: Asta Petrauskiene 11(4), Alina Olaru 7(2), Anna Maria Berthelsen 3, Ata Gregersen 2, Sunfríð B. Jacobsen 1, Anna B. Danielsen 1
Brostskøst: Kyndil 7, StÍF 6
Útvísingar: Kyndil 2, StÍF 2
Dómarar úr Neistanum/VÍF: Kristian Johansen & Ingi Olsen. Yvirhøvur var talan um ein rættiliga reinan dyst, sum dómararnir bert skuldu fáa at glíða.