Kyndil skipar fyri bussferð

Hondbóltur: Avgerandi dysturin í 1. deild hjá kvinnum verður leygardagin millum StÍF og Kyndil á Skála, og í hesum sambandi skipar Kyndil fyri bussferð til dystin

Í sambandi við avgerandi dystin hjá 1. deild kvinnum í hondbólti millum StÍF og Kyndil nú leygardagin 28. mars á Skála, fer Kyndil at skipa fyri bussferð til dystin. Fleiri viðhaldsfólk hava vent sær til Kyndil hesum viðvíkjandi, og felagið hevur tí avgjørt at leiga bussar til dystin. Farið verður frá Gundadalshøllini, og lýst verður í útvarpinum, hvat klokkan farið verður.

Dysturin millum StÍF og Kyndil er at meta sum ein rein finala í bestu hondbóltsdeildini hjá kvinnum. Liðið, sum vinnur, kann kalla seg føroyameistara 1998.

StÍF hevur í løtuni eitt stig meira enn Kyndil, so endar dysturin við javnleiki, eru strandakvinnur føroyameistarar.