Kyndil steðgaði KÍF

KÍF misti fyribils sambandið við H71, meðan Kyndil prógvaði, at teir kunnu vera við.

Ein dystur hevur verið í fremstu mansdeildini í hondbólti, FTZ-deildini, í kvøld. Dysturin var í høllini á Hálsi, har KÍF, sum roynir at fylgja aftaná H71, var á vitjan hjá Kyndli.


Tað vóru gestirnir úr KÍF, sum vunnu sær ein lítlan fyrimun í fyrra hálvleiki og var á odda fyri tað mesta. Í hálvleikssteðginum vóru teir á odda 13-11.


Hóast KÍF tíðliga í seinna hálvleiki økti leiðsluna upp í trý mál, so megnaði Kyndil at venda gongdini og tá ið eitt korter restaði í var Kyndil á odda 20-18.


Seinastu løtuna leikti ógvuliga javnt á, men tað var Kyndil, sum stóð seg best í avgerandi løtuni og megnaði at vinna dystin 26-24.


Við sigrinum vinnur Kyndil seg upp á seks stig og otar seg nærri oddastríðnum, meðan KÍF verður verandi á øðrum plássi saman við VÍF. Tey bæði hava átta stig, meðan oddaliðið H71 hevur 12 stig.