Kynsliga misnýttur í níggju ár

Klokkarin við krykkunum var ein maður við nógvum valdi. Hann hevði virðing millum manna, men í loyndum misbrúkti hann ein drong í níggju ár. Drongurin, Arnbjørn Fagraklett, er í dag 41 og fortelur sína søgu fyri at stuðla arbeiðnum fyri at stegða kynsligari misnýtslu í Føroyum


Ein 12 ára gamal drongur stendur á keiendanum í Leirvík. Tað er hávetur og rættiligt ódnarveður. Einsamallur í myrkrinum umhugsar kaldi og váti drongurin, hvussu hann skal taka lívi av sær. Hann ætlar sær at leypa á sjógv, men hann vil ikki hava tað at síggja út sum sjálvmorð, tí tað hevði verið synd fyri mammuna. Kanska um hann svam yvir móti hinari keini, so fóru fólk at halda, at hann bara í býttleika var farin ein svimjitúr.

- Hvar hevur tú verið, tú ert so vátur og kaldur, spurdi mamman, tá hann eina góða løtu seinni smoygdi sær innum. Hann tordi ikki at leypa, og svimjitúrurin var av ongum. Hann hevði bara verið keitúr, segði hann við mammu sína.

Drongurin var tann nú 41 ára gamli Arnbjørn Fagraklett. Hann livdi í einum loyniligum ræðuleika, har hann regluliga varð misnýttur av háttvirda klokkaranum í bygdini.

- Fyrstu ferð tað hendi, var eg bara níggju ára gamal. Eg egndi og var einsamallur í skúrinum, tí tað var um nátturðatíð, og eg vildi gera meg lidnan, áðrenn eg fór heim. Tá kemur klokkarin stillisliga inn, greiðir Arnbjørn álvarsliga frá.

Nakrar minuttir seinni var 9 ára gamli drongurin eina uppliving ríkari, sum førdi hann inn í eitt lív merkt av ótta, ræðslu og kúgan. Hann var kynsliga misnýttur av klokkaranum, og hesin ágangur helt á líka til hann fekk koyrikort.


Hann hevði altíð hug

Tá klokkaran fór haltandi á krykkum út úr egningarskúrinum, segði hann við drongin, at hetta var teirra loynidómur, og hetta mátti hann ikki fortelja fyri nøkrum.

- Og sjálvandi tordi eg ikki annað enn at akta hann. Eg var bara eitt barn, og hann var ein vaksin maður, sigur Arnbjørn. Hann minnist nógvar óhugnaligar hendingar, men tær sum standa klárast í minninum, eru løturnar, tá hann var líka við at verða uppdagaður.

- Misnýtslan var óhugnalig og ræðulig. Hann brúkti meg, og tá eg bleiv størri, gjørdist tað enn meira vemmiligt, tí eg fekk nakað burtur úr eisini. Alt mítt lív handlaði um at flýggja, men tað var ikki lætt, tá man búði í einari lítlari bygd. Hann fann meg altíð, og hann hevði altíð hug á mær, sigur Arnbjørn.

Sum ellivu ára gamal slapp hann við pápa sínum til snellufiskarí undir Íslandi, og hóast tað var hart lív, so var tað ein lætti í mun til heimalívi, tí her kundi klokkaran ikki røkka honum.

- Eg royndi eisini at vera so nógv sum møguligt hjá ommu míni í Kollafirði, tí har fekk eg frið. Kollafjørður var mítt frístað, sigur Arnbjørn, sum er búsitandi í Vági, men kallar seg kolfirðing. Minnini úr Leirvík eru ov ræðandi, til at hann vil kallað seg leirvíking.

Tá hann byrjaði í fimta flokki, vildi hann ikki fara úr Kollafirði og fekk loyvi at ganga í skúla har í nakrar mánaðir.

- Men á jólum vildi mamma hava meg aftur til Leirvíkar, og av tí at eg ikki tordi at siga veruliga grundina, mátti eg gera, sum hon segði.

Hann flutti aftur til Leirvíkar, og misnýtslan helt áfram. Hann royndi at gera seg so lítið eiggiligan sum møguligt. Onkuntíð vaskaði hann sær ikki í vikur, og hann vildi bara ganga í víðum floyalsbuksum. Men líka lítið hjálpti. Maðurin var altíð eftir honum.


Samfelagið sveik

Einaferð tá Arnbjørn var á veg til útróðrar við pápa sínum, kom klokkarin oman á keina og setti fótin á lúnningina. Hetta var einastu ferð, at drongurin setti seg upp ímóti misnýtaranum. Hann bað mannin pilla av í land.

- Pápi skeldaði meg fyri at banna mannin, tí tað merkti lukku fyri fiskiskapin, at ein gudsóttandi maður sum hann nam við bátin. Eg bannaði ikki vanligt, men í staðin fyri at undrast yvir, hví eg bannaðist, so skeldaði hann meg bara.

Tað var púra óhugsandi fyri drongin at fortelja nøkrum um mannin. Hann kendi tað, sum tað var hansara egna skuld, og eingin tosaði um slíkt. Og maðurin var sum gud, hann hevði alt vald.

Í dag hevur Arnbjørn uppdagað, at nógv hildu klokkaran við krykkunum vera ónærisligan, men eingin gjørdi nakað við tað.

-Øll vistu, hvussu hann var, men eingin tordi at seta orð á tað. Soleiðis var hann bara, tóktist hugburðurin at vera, sigur hann hugsunarsamur.

Sjálvur tordi han einki at siga. Hann fjaldi tað, sum stóð tað um lív. Hann minnist einaferð, at omman í Leirvík hevði sæð blóð í undirbuksum í vaskikurvini og spurdi hann, hvat tað var.

- Eg segði bara, at eg hevði eksem, sigur Arnbjørn. Og so varð ikki meira tosað um tað.


Misnýtsla og neyðtøka

Tá Arnbjørn fór í sjeynda flokk, flutti hann til Havnar at ganga á spesialskúla, tí hann hevði ikki bindindi til at læra nakað í vanliga skúlanum. Aftaná áttanda flokk flutti hann niður, og síðani kom hann bara heim av plikt, men hvørja ferð hann var heima, fekk klokkarin fatur á honum.

- Síðstu ferð hann neyðtók meg var beint áðrenn eg fylti 18. Tað var ikki fyrr enn eg fekk koyrikort, at eg kláraði at flýggja frá honum. Tá kundi eg bara hoppa í bilin og koyra avstað, greiðir Arnbjørn frá.

Hann heldur, at hevði misnýtslan steðgað, tá hann var 10, so høvdu traumaðini ikki verið so ring, tí misbrúkið gjørdist bara ótespiligari, sum hann gjørdist eldri. Og skommin gjørdist størri, tí klokkarin við krykkunum alla tíðina minti hann á, at hann sjálvur fekk nakað burturúr eisini.

Hann sigur hetta ikki, tí misbrúk av smáum børnum ikki er bæði óhugnalig og oyðileggjandi, men fyri at undirstrika, hvussu ræðulig ungdómsárini vóru.

- Hann gjørdi alt við meg. Hann hevði eingi mørk og vildi alt. Tað er ikki lætt hjá øðrum at skilja, men eg fylgdi bara við. Eg tordi ikki annað, sigur Arnbjørn.


Maðurin í høvdinum

Og sjálvt eftir, at hann hevði megnað at steðga sjálvari misnýtsluni, forfylgdi hugsanin um mannin honum, og óttin var altíð nærverandi.

- Eg ræddist hann sum pestin. Eg minnist, at eg var heima í gullbrúdleyp hjá ommu og abba. Tá var eg mitt í 20unum, var giftur og átti smá børn.

Veitslan varð hildin í nýgjørdu missiónshúsinum, og Arnbjørn sigur, at tað einasta hann hugsaði um á veitsluni, var  at sleppa undan at møta klokkaranum.

- Missiónshúsið er innrættað soleiðis, at mann kann ganga runt frá sali til køk til gongd og aftur í salin. Og eg brúkti alt kvøldið at ganga undan honum. Einaferð var eg óansin, og hann kom til mín og spurdi, hví eg rann undan honum. Eg kláraði einki at siga, men skundaði mær bara burtur.

- Soleiðis var lív mítt. Eg flýggjaði frá mær sjálvum og øllum, sum minti um hann. Eg arbeiddi, arbeiddi og arbeiddi, og vildi vera alla aðra staðni enn í Leirvík.


Loynibløran brast

Arnbjørn var 28 ár, áðrenn hann tosaði um misbrúkið, og tá var tað ikki tí, at hann sjálvur ynskti tað, men tí hann varð avdúkaður, sigur hann.

- Eg var á einum skeiði í Kolding fyri apostolsku kirkjuna, har vit gingu. Skeiðið snúði  seg um at veita hjálp til fólk í neyð. Og knappliga bleiv tað ov nógv fyri meg. Eg vildi bara heim aftur. Ein av fyriskiparunum helt, at tað var synd, at eg bara rýmdi, og spurdi, um hann skuldi biðja fyri mær. Vit settu okkum nakrir menn at biðja, og mitt undir bønini, segði ein av teimum: Tú vart kynsliga misnýttur av einum manni, tá tú vart barn, ha?

Og so rapaðu allir teir væluppbygdu verjumúrarnir. Hann visti nú, at hann ikki longur kundu liva við loyndarmálinum. Men hann visti ikki, um hann kundi liva við, at loyndarmálið kom út.


Langur vegur aftur til lívið

- Eg orkaði ikki tankan at fara heim til konuna og fortelja henni sannleikan. Eg fekk ikki sovi tað náttina. Eg fór einaferð upp, tí eg vildi út at roykja. Men tað var sum hetta ódjórið, sum eg hevði goymt væl inni í høvdinum, nú var sloppið út. Eg sá so nógv demonir á veg oman gjøgnum trappurnar, at eg mátti flýggja inn aftur í kamari.

Við síðina av skeiðsdepilinum lá eitt vatn, og nú kom sjálvmorðslongsulin aftur á Arnbjørn. Hann umhugsaði at fara oman til vatni og drukna seg, men í staðin fór hann heim til konuna, segði henni sum var, og søkti sær hjálp hjá tí danska Kris.

- Fólk, sum koma út við sannleikanum hava veruliga brúk fyri hjálp, sigur Arnbjørn. Og hann er vísur í, at um hann ikki hevði fingið hjálp, so hevði hann ikki komið ígjøgnum tað heilskapaður. Tað eru í dag meira enn trettan ár síðani leiðin úr óhugnaliga myrkrinum byrjaði, og alt hevur ikki verið líka lætt.

- Til dømis eru tað bara nøkur heilt fá ár síðani, at eg byrjaði at brúka cowboybuksir í staðin fyri teir víðu floyalsbuksirnar, sigur Arnbjørn og flennir

Hann leggur dent á, at hjálpin frá Kris var heilt ómetaliga góð, tí tey allatíðina løgdu dent á, at offri onga skyld hevði, og nógv orka verður brúkt at uppbyggja offrini.

- Eg veit, at summi ikki vilja brúka Kris, tí tað er upprunaliga kristiligt, men har er einki tvang ella indoktrinering. Tað snýr seg ikki um kristindóm, men um at hjálpa offrum fyri kynsligan ágang.


Fitta og stuttliga maskan

Kenslan av at hann hevði skyldina av, at hann varð misnýttur, gjørdi, at Arnbjørn altíð royndi at vera fittur og væl dámdur. Hann royndi altíð at akta foreldrini, og hann gjørdi alt fyri at hava vinir.

- Eg hevði alla tíðina hesa kensluna, at eg skuldi gera meg fortjentan at vera hildin av, sigur hann. Og tað tók langa tíð at koma burtur úr hesari kenslu. Tað var lættari at sleppa av við óttan fyri misnýtaranum enn tað var at góðtaka seg sjálvan, sigur hann.

- Eg hevði nøkur fá menniskju, sum eg ikki føldi at eg skuldi gera meg upp fyri. Ein av hesum var omma mín í Kollafirði, sum altíð hevur víst mær, at hon elskar meg júst sum eg eri. Ein annar var ein vinur, sum eg havi kent, síðani eg var heilt ungur. Hann var eitt sindur eldri enn eg, og saman við honum kundi eg slappa av. Men eg tordi ongantíð at fortelja honum um misbrúki.

Flest onnur sambond vóru yvirfladiskt, tí hann alla tíðina mátti leggja band á seg sjálvan, sigur Arnbjørn. Hann goymdi seg, bæði kropsliga og kensluliga.


Framvegis tabu

Í dag er alt øðrvísi. Hann hevur eina konu, sum torir at spyrja inn um húðina, og í dag hevur hann dirvi at vera eitt heilt menniskja.

- Í dag havi eg ongan tørv at lata sum um eg eri fittari, enn eg eri. Við hjálp frá Kris, havi eg veruliga skilt og góðtikið, at misbrúkið ikki var mín skyld. Eg eri ikki longur flovur av tí. Eg gangi sjálvandi ikki runt og snakki um tað alla tíðina. Men eg havi einki ímóti at fólk spyrja, og eg vil meira enn fegin hjálpa øðrum.

Arnbjørn staðfestir eisini, at hóast nøkur fólk royna at bróta tabuið rundan um kynsliga misnýtslu, so ræður tøgnin framvegis í alt ov stóran mun.

- Tá eg fortaldi tað fyri mínum foreldrum og nærmastu, so væntaði eg, at tey fortaldu tað víðari. Men eg havi stutt síðani funni út av, at sannleikin ongantíð kom út. Eingin vildi tosa um tað.

- Tí mugu fjølmiðlar og politikarar hava dirvi at viðgera evni. Soleiðis at vit saman kunnu bróta hetta tabu, leggur Arnbjørn herslu á


Frá trauma til minnir

Minnini um barnaárini í Leirvík sleppur Arnbjørn ongantíð av við, men í dag hevur hann fingið lívsgleðina aftur, og klokkarin hevur mist alt vald á honum.

- Nú er tað bara minnir, sigur hann. Men inntil hann fortaldi tað fyri øðrum vóru tað traumir og marrudreymar. Sjálvt sum vaksin maður ræddist hann misnýtararan, og um náttina forfylgdi maðurin honum í marrukendum sexdreymum.

- Tað hevur týdning at sláa fast, at offur ikki eru komandi misnýtarar. Hetta er ein mýta, sum forðar fyri at offur tora at standa fram.

Men Arnbjørn sigur eisini, at óttin fyri manninum gjørdi, at hann tordi ikki at vera vanligur pápi.

- Eg var so bangin fyri at bróta teirra mørk, at eg ikki dugdi at geva teimum tann kærleika og nærleika, sum eg átti, sigur Arnbjørn.

Í dag er hann giftur við Solveig, tey búgva í Vági saman við børnunum hjá Solveig, meðan biologisku børnini hjá Arnbjørn búgva hjá mammuni í Danmark. Og tað var ikki fyrr børnini vóru hálvvaksin, at hann tordi at vera tann pápi, sum hann altíð ynskti, at hann kundi vera.

- Í dag kann eg mussa, klemma og spæla við míni børn. Tað skulu pápar gera, sigur Arnbjørn. Og hann heldur tað hevur stóran týdning, at foreldur ikki blíva bangin fyri fysiskari kontakt við síni børn. Tað hevur einki við misbrúk at gera, sigur hann avgjørdur.


Tosa og hjálpa

Misnýtarin doyði, stutt áðrenn Arnbjørn slepti loynidómunum, so hann fekk ongantíð høvi at siga brotsmanninum sína hjartans meining anlit til anlit.

- Men í dag hyggi eg frameftir. Eg havi eina vitan og royndir, sum eingin kann lesa seg til. Og kanska kann eg brúka mínar royndir at hjálpa øðrum og eggja fólki at tosa opið um, at vit ikki finna okkum í, at nøkur misnýta børn.

- Hetta snýr seg als ikki um, at vit øll skulu ræðast kynslívið. Heldur tað øvugta. Sex er nakað gott og vakurt, og tí skulu vit tosa um tað, sigur kolfirðingurin í Vági.

- Og vit eiga ikki at finna okkum í, at nøkur menniskju sleppa at misnýta og neyðtaka børn og harvið oyðileggja heil lív. Hetta er ein samfelagstrupulleiki, sum vit øll eiga at taka í stórsta álvara, sigur maðurin, sum einaferð var ein vátur og kaldur drongur, sum ongan veg sá burtur úr helvitinum.