Ólógligt at siga Klæmint Weihe upp

Tað er ólógligt at siga Klæmint Weihe upp á tí grundarlagi, sum meirilutin í stýrinum førir fram, sigur sakførari hansara, Jógvan Páll Lassen

SEV-Leiðsla

Verður avgerð tikin um at siga Klæmint Weihe úr starvi, er tað ólógligt.
Tað sigur Jógvan Páll Lassen, sakførari hjá Klæmint Weihe.
Hann sigur, at tað er ongin orsøk at siga Klæmint Weihe úr starvi, hvørki út frá tí ítøkiliga avriki, hann hevur lagt eftir seg í SEVog tí at ein so álvarslig avleiðing sum ein uppsøgn ikki samsvarar við tað, sum er farið fram.
Hann staðfestir, at Klæmint Weihe hevur ongar ítøkiligar og veruligar grundgevingar fingið fyri, hví meirilutin í stýrinum skal hava mist álitið á honum. Sostatt hevur meirilutin í stýrinum heldur ikki prógvað, at grundgevingar eru fyri at siga Klæmint Weihe upp.
Hann hevur heldur ikki fingið tað innlit í málið, sum hann hevur krav upp á og harafturat hevur stýrið ikki hildið sína notatskyldu.
Jógvan Páll Lassen sigur, at hóast hann hevur biðið um innlit í málið, hevur hann bara fingið 33 skjøl um stýrisfundir, roknskap, fíggjarætlan og nøkur tøl um SeWave.
- Eg má tí ásanna, at arbeiðslagið hjá Klæmint Weihe hevur ikki givið høvi til at stýrið hevur gjørt nøkur notat og sostatt er talan um páhald, sum als ikki eru prógvað. Samstundis vísir Jógvan Páll Lassen á, at hesi 24 árini, Klæmint Weihe hevur verið stjóri í SEV, hevur hann ongantíð fingið átalu, hvørki frá stýri ella umboðsnevnd.

Góðkend
Sum nevnt í aðrari grein, er fíggjarætlanin hjá SEV ein orsøk til, at meirilutin í stýrinum hev ur mist álitið á Klmint Weihe.
Hinvegin vísir Jógvan Páll Lassen á, at fíggjarætlanin er øll árini gjørd av leiðsluni í SEV, samstundis sum hon er góðkend av stýrinum og løgd fyri umboðsnevndina. Hetta er eisini galdandi fyri fíggjarætlanina fyri í ár.
- Tí er tað beinleiðis skeivt, tá sagt verður, at tað var neyðugt at fáa grannskoðaran at gera fíggjarætlanina.
Sakførarin vísir eisini á, at ongin ávísing er um, at Klæmint Weihe hevur sett nakrar reglar til viks í hesum sambandi.
Hinvegin hevur stýrið, á fundi 29. juni í fjør, samtykt at biðja leiðsluna í SEV gera eitt uppskot um, hvussu fíggjarætlanin skuldi setast upp. Hetta skuldi gerast í saman við grannskoðaranum, formanninum í umboðsnevndini, formanninum í stýrinum og deildarleiðarum í SEV.
Í hesum sambandi skuldi fíggjarætlanin setast soleiðis upp, at ein hóskandi útgreinin var, so at fíggjarætlanin kundi samanberast við roknskapirnar.
Hetta arbeiðið varð sett íhgongd í august í fjør og beint aftaná samtykti stýrið at halda fram við arbeiðnum. Í november varð úrslitið av arbeiðnum lagt fyri formannin í stýrinum og umboðsnevndini og seinni vórðu niðurstøðurnar samtyktar í stýrinum.
- Tí er púra onki hald í skuldsetingunum um, at Klæmint Weihe onki hevur gjørt fyri at seta samtyktina hjá stýrinum í verk. Kæmint Weihe var eisini einans partur í einum størri bólki, har eisini formaðurin í stýrinum og umboðsnevndini vóru.
Á fundi ímillum SEV, grannskoðaran og og grannskoðarafelagið hjá Dansk Energi, varð eisini staðfest, at hetta er arbeiðið, sum fer at taka eitt til hálvtannað ár.

Beinleiðis skeivt
Um vindmyllumálið sigur sakførarin hjá Klæmint Weihe, at fyrsta myllan varð sett upp í Neshaga í 1992 og í 1997, varð avgjørt at halda fram. Í 1998 varð ein mylla bíløgd afturat, men framleiðarin bakkaði út, tí viðurskiftini til vind vóru so torfør. Somuleiðis fekk framleiðarin tekniskar trupulleikar og hann fór av knóranum,
Í 2001 greiddi stýrisformaðurin, sum tá, umboðsnevndini frá vindmylluætlanini og árið eftir var fundur við Vestast. Í 2000, 2002 og 2004 vórðu tekniskar kanningar gjørdar fyri at vita, hvussu vindmyllur fóru at ávirka netið og fyri at vita um ampi var av ljóði frá myllun um, vísandi til trupulleikarnar frá motorunum á Sundi.
Í mai 2004 varð sáttmáli undirskrivaður við Vestas, har formaðurin í umboðsnevndini og formaðurin í stýrinum vóru hjástaddir. Men beint aftaná steðgaði friðingarmyndugleikarnir í Eysturoy ætlanini, hóast hon áður hevur givið loyvi til aðrar vindmyllur.
Ì oktober 2004 gav fríðingarnevndin loyvi, men hildið varð ikki, at tað var ráðiligt at fara undir arbeiðið ímóti vetri og tí varð tað útsett til á vári 2005.
 Sostatt er vindmyllumálið, alt sum tað er, viðjørt í stýrinum og umboðsnevndini og góðkent har. Somuleiðis varð ein 10 ára samstarvsavtala við Røkt, góðkent, sigur Jògvan Páll Lassen
- Tí er tað beinleiðis skeivt, at siga, at Klæmint Weihe ikki hevur víst førleika og vilja at útinna stýrisavgerðir í hesum máli, tí allar ætlanir eru góðkendar, sigur sakførarin.

Kann neyvan takast í álvara
Í sambandi við rakstrarleiðaran, hevur tað verið uttanfyri ábyrgdarøkið hjá stjóranum í allar mátar, sigur sakførarin hjá Klæmint Weihe.
Hansara einasti leiklutur hevur verið at møla til, hvønn hann heldur vera best skikkaðan. Annars er tað stýrið, sum einsamalt tekur allar avgerðir.
Lýst varð eftir rakstrarleiðara og umsóknarfreistin var 12. desember. 21. desember gav Klæmint Weihe sítt tilmæli og meiri hevur hann ikki við málið at gera.
Tí er tað púra burturvið og kann neyvan takast í álvara, tá ið meirilutin í stýrinum sigur, at Klæmint Weihe hevur lagt meinbogar í vegin fyri framhaldandi menning av trygdini hjá SEV.

Eginpeningurin fimmfaldaður
Annars dugir Jógvan Páll Lassen ikki at síggja, at nakað hald erí illgrunanum um, at Klæmint Weihe ikki skal vera førur fyri at leiða SEV inn í framtíðina.
 Hesi 24 árini, hann hevur verið stjóri, hevur hann ikki fingið nakra uppgávu, sum hann ikki hevur megnað at loysa.
Jógvan Páll Lassen vísir eisini á, at hesi árini, Kæmint Weihe hevur verið stjóri, er eginpeingurin hjá SEV hækkaður úr 21,9 milliónum til 317 milliónir.
Heldur ikki hevur hann havt trupulleikar at samskifta við myndugleikar.

Hevur ikki forbrotið seg
Annars sigur meirilutin í SEV stýrinum, at tað var málið um SeWave, sum fekk bikarið at flóta yvir.
Men eftir tí tilfari, sakførari hansara hevur fingið innlit í, sæst ongastaðni, at Klæmint Weihe hevur forbrotið seg.
Hann hevur heldur ongar áleggingar og ongi boð fingið frá SEV um hansara virksemi um ein av fýra nevndarlimum í Sewaver.
 Alt samskiftið ímillum SeWave og BP hevur verið umvegis stjóran og stjóin í BP, Hjarnar Djurhuus, hevur staðiliga váttað, at hann og Klæmint Weihe, hava onki millumverandi og at samstarvið teirra millum, hevur altíð verið fyrimyndarligt.
Eisini grannskoðarin staðfestir, at alt er farið regluliga fram.
Annars vísir Jògvan Páll Lassen á, at er tað stjóralønin í Sewave, sum er atvoldin til misálitið á Klæmint Weihe, er tað enn meiri ørkymlandi, tí tveir av stýrislimunum, sum nú vilja hava hann frá sum SEV stjóra, hava góðkent somu upphæddir, sum enn eru galdandi.
Talan er um Kim Durhuus og Tóra Johannesen, sigur Jógvan Páll Lassen.