Løgtingið ábyrgd av kynsligum ágangi

Kynsligur ágangur er ein risastórur trupulleiki í Føroyum, og felagskapurin KRIS, sum við sjálvboðnari hjálp arbeiðir ímóti áganginum, rópar varskó: Politikarar mugu taka trupulleikan í álvara og kenna ábyrgd Í seinastu viku skipaði felagskapurin Kris fyri stórum átaki fyri at varpa ljós á, at føroysk børn líða undir kynsligum ágangi, og at hetta er ein stórur samfelagsligur trupulleiki. Til tiltøkini hevði Kris fingið serfrøðingar úr Noreg at koma og greiða frá, hvussu stríðið ímóti kynsligari misnýtslu fer fram har.

Norska FMSO (Fællesskab Mot Seksuelle Overgreb) er eitt meginfelag fyri 18 kreppumiðstøðir í Noregi, og leiðarin, Bjørg Nielsen, ynskti bæði at stuðla og eggja tí arbeiði, sum longu fer fram ígjøgnum Kris, men eisini at minna politikarar og myndugleikar á at kynslig mistnýtsla er ein samfelagsligur trupulleiki, sum ein privatur felagskapur ikki einsamallur kann loysa.

- Arbeiðið ímóti kynsligum ágangi má vera miðvíst og professionelt, og má stovnsetast í einari miðstøð, har fólk, sum hava verið misnýtt kunnu søkja sær hjálp og vegleiðing, og har rúm er fyri, at bólkar veita hjálp til sjálvhjálp, sigur Bjørg Nielsen.

Saman við KRIS hava norsku serfrøðingarnir gjørt eina tørvsmeting fyri føroyska samfelagið, og niðurstøðan er, at tørvur er á einari miðstøð fyri kynsliga misnýtt, har trý fólk arbeiða fulla tíð, og bæði offur og avvarandi fáa neyðugu tilboðini um hjálp.

- KRIS hevur gjørt eitt stórt arbeiði, men nú mugu tit sum samfelag taka støðu til trupulleikan og avgera, hvat skal gerast. Tí um hetta ikki verður rótfest í einum alment fíggjaðum stovni er stórur vandi, at tað dettur niðurfyri, ávarðar norski serfrøðingurin.