Ernst Bugislaus Wesenberg var føddur 21. februar 1832 í Viborg. Hann var í 1866 útnevndur sóknarprestur í Norðoyggjum. Hann og húskið saman við eini lærarinnu Johanne Elvine Futtrup komu til Viðareiðis 20. oktober 1866.
Konan kallaðist Laura, f. Blicher. Pápi hennara Laurids var systkinabarn kenda danska prestin og rithøvundan St. St Blicher. Laura var annars abbasystir Blicher Winther, sum var prestur á Sandoynni eitt mannaminni.
Tað er ikki nógv vit vita um virksemið hjá Wesenberg í Føroyum. Men í 1869 stovnaði Ernst B. Wesenberg eitt mátahaldsfelag í Mikladali. Hann fekk nakað av undirtøku, men tá hann var deyður á sumri 1871, byrjaði felagið at minka, og at enda vóru teir bert 3 limir eftir.
Eftir 1875 er so farið at ganga framá aftur og fráhaldsrørslan í Kalsoynni gjørdist ein tann virknasta í landinum.
Wesenberg doyði av tyfus í 1871. Hann var biðin at koma til ein gamlan mann við Ánirnar, tí hesin lá sjúkur av tyfus og væntaði at doyggja. Prestur vildi treyðugt fara, men noyddist. Gamli maðurin kom seg, men presturin var smittaður, gjørdist sjúkur og doyði.
Nú var ikki annað at gera hjá einkjuni enn at pakka saman og fara til Danmarkar aftur við líkinum. Ætlanin var, at Wesenberg skuldu jarðast í heimbygdini hjá pápanum. Skip lá á reduni, men tá kaptainurin hoyrdi deyðsorsøkina vildi hann ikki taka kistuna umborð vegna ótta fyri smittu. Tá ynskti sóknarfólkið, at kistan varð send norður aftur til Viðareiðis, so hann kom at hvíla, har hann hevði virkað, men hetta lat seg ikki gera. Tí bleiv Ernst Wesenberg jarðaður í Havn. Yvir hann talaðu prestarnir H. J. Lohmann, helst prestur í Havn, og H. Jensen prestur á Sandi. Meinigheitin í Norðoyggjum reisti gravsteinin yvir hann í kirkjugarðinum á Svínaryggi.
Væl umtóktur prestur
Hetta sigur nakað um, at Wesenberg hevur verið væl umtóktur. Tað sæst eisini í gravtalunum, sum eru prentaðar í Færøsk Kirketidende í 1947. Lohmann sigur m.a. í síni talu: ”Han var meget for eder Nordringer. Derom vidner eders Ord til mig, da I kom hertil med hans Lig, da I græd og sagde: ”En saadan Præst faar vi aldrig mere. (Ein av hesum monnum var Ole Sørensen á Grømma.)
Men han var ogsaa meget for eder som Sjælesørger. Han besøgte gerne de syge, de lidende, dem der trængte til trøst”.
H. Jensen og Wesenberg kendust úr Danmark, og hann gevur eisini sínum deyða vini sítt besta skoðsmál. Hann sigur millum annað, at ”det var en mild Aand, der boede i dette afsjælede Legeme, en stille og fredelig Aand, saa vrede og ukærlige Ord lige som døde paa ens Læber i hans nærværelse.”
Prestakonan varð skíggjað
Kona Wesenberg, Laura, skrivaði aftaná ein sang til minnis um mannin. Sangurin er heili 20 ørindi, har høvuðsinnihaldið er vónin um at síggjast aftur.
V.U. Hammershaimb greiðir eitt sindur frá Wesenberg í sín ævisøgu. Hann frætti í Danmark, at Wesenberg var deyður av tyfus, og at eingin tordi at nærkast prestagarðinum av smittuvanda. Tá ið hann kemur aftur til Føroyar, fer hann til Viðareiðis at vitja einkjuna. Hann skrivar:
..da vores Baad roede gennem Haraldssund, mødte den en Ottemandsfarer, hvis Besætning paa afstand tog sig noget besynderlig ud. Da Baadene lagde sig til hinanden viste det afstikkende udseende sig at skyldes nogle Bredskyggede hatte, som samtlige mænd bar paa hovedet. I denne baad befandt fru Wesenberg sig. Vi udvekslede hjertelige hilsener, og fru Wesenberg fortalte os bevæget, at hun nu ikke længere kunde holde ud at være i præstegaarden, der blev skyet for smitte, og at hun derfor var paa vej til Klaksvig for at træffe J.C. Djurhuus (faktorin) med Familie. Hun haabede, at de vilde tage imod hende. Men nu behøvede hun ikke længere at tage til Klaksvig for at faa Mennesker i tale. Baaden vendte tilbage til Viderejde med hende og vi efter i Kølvandet. Noget senere kom fru Wesenberg med sine børn til Næs, hvor hun vidste, hun traf Venner, som tog del i hendes sorg.
Børnini
Einkjan er so seinni flutt til Danmarkar, fyrst til Jylland og síðan til Keypmannahavn.
Aftaná Wesenberg gjørt Jens Christian Evensen prestur á Viðareiði. Kona hansara var Anna, dóttir A C Lutzen. Hennara hugtakandi frásøgn, sum eisini var um tíðina á Viðareiði, hevur verið prentað í FF-blaðnum.
Um børnini hjá Wesenberg kann sigast:
Albertine (1859-1940) var ógift. Hon var kend sum málari og hevði málaraskúla í Keypmannahavn. Hon hevur málað tvær altartalvur í Føroyum, í Sjóvar kirkju og Leirvíkar kirkju.
Sofie (1861-1919) giftist í 1880 við Fríðrik Petersen (1853-1917), sum var politikkari og próstur. Tey fingu tvey børn Ernst Wesenberg Petersen (1881-1921) ógiftur, og Frida Susanne (1886-1972), sum giftist í 1909 við Henrik Bichel (1882-1939), Keypmannahavn. Sofie hevði sera gott orð á sær á Nesi.
Astrid (1864-1930) giftist við Arnold Viggo Eduard Bertram (1863-1915). Hann var arkitektur og teknaði millum annað kirkjuna á Tvøroyri, sum verður 100 ár í ár. Verdóttir teirra hava hjúnini Ingrið Sondum og Jóannes Dalsgarð hitt. Hon greiddi frá, at Laura Wesenberg hevði pensionat í Keypmannahavn. Hon doyði í 1911.
Í Føroyum fingu tey ein son Marius Achton (1866-1937. Hann var tvær ferðir giftur.
Prestagarðurin
Húskið hjá Wesenberg stendur í fólkateljingini í 1870. Ein slíkur prestagarður var ein stór fyritøka, tí hann var eisini bóndagarður. Tey vóru ikki færri enn 17 fólk í húsi. Húsfólkið saman við lærarinnuni sjey. Tænastufólkini vóru 10 í tali.
Her kenna vit fleiri aftur. Ein er Katrine Henrikke Viderø, sum tá var 30 ára gomul. Hana hava vit umrøtt fyrr. Tað var hon, sum giftist við Jógvan Niclassen av Skálatoftum. Tey fluttu til Leith í Skotlandi og gjørdust verforeldur hjá Daniel J Danielsen, sum eitt skifti var trúboðari í Congo. Hon flutti aftur til Føroyar saman við Linu og Daniel í 1904, og er jarðað í gamla kirkjugarði í Havn. Tað er bert ein favnur millum teirra gravir. Hetta var ein merkilig tilvild. Annars kom gamli M.C. Restorff at liggja undir liðuni á Wesenberg.
Keldur:
Ingrið Sondum
Andrass Joensen
V.U. Hammershaimb
Færøsk Kirketidende
Jógvan Ravnsfjall
Óli Wolles
Gunvør Justinussen