Lærarar við sjúkum børnum sera illa fyri

Tað er ein fíggjarligur smeitur fyri nógv fólk at skula javnan úr Føroyum niður á Ríkissjúkrahúsið.

Er lærari noyddur at fara at landinum í sjúkraørindum við sjúkum barni, hevur hann ikki rætt til løn, skrivar Skúlablaðið.

Sambært galdandi sáttmála kunnu lærarar bert vera heima við løn, tá ið børn eru sjúk, í mesta lagi tveir dagar hvørja ferð og í mesta lagi 10 dagar um árið. Eigur hann fleiri enn 2 børn undir 10 ár, kann hann fáa frí upp í 20 dagar í einum skúlaári.

Ein lærari, sum eigur eina fimm ára gamla dóttir, ið hevur fingið eina álvarsliga sjúku, hevur fingið at vita, at hon hevur rætt til løn meðan hon er uttanlands í sjúkraørindum við dóttrini. Sjúkan hjá dóttrini ger tað neyðugt at fara á Ríkissjúkrahúsið nakrar ferðir næstu tvey til trý árini, umleið eina viku hvørja ferð. Lærarin ger vart við, at tey eru hart spent fíggjarliga, og at tað eisini nógvar eykaútreiðslur, tá tú fert av landinum við sjúkum barni.

- Hetta átti fyri langari tíð síðan at verið loyst sum ein partur av sáttmálasamráðingunum við arbeiðsgevaran, men okkum kunnugt hevur onki fakfelag avtalu um hesi viðurskifti, sigur Poul Nolsøe, løgfrøðingur hjá lærarafelagnum.

- Foreldur eru vanliga illa fyri sálarliga, tá børnini eru sjúk. Lærarafelagið hevur í fleiri førum mælt limum sínum til at fáa sjúkraváttan uppá seg sjálvan, meðan tey eru í Danmark við sjúkum barni. Fólk hava rætt til løn undir sjúku, men bert um tey sjálvi eru sjúk. Í hesum sambandi eiga limir okkara ikki at gloyma, at teir eru tryggjaðir í sambandi við álvarsliga sjúku hjá børnum. Foreldur fáa útgoldið krónur 100.000, um barn teirra er sjúkt av álvarsligari sjúku, sigur løgfrøðingurin.

Fyri at fáa útgjaldið skal sjúkan vera á listanum frá tryggingarfelagnum. Ein listi við hesum sjúkum fæst frá Lærarafelagnum ella Betri pensjón. Mælt verður limum at venda sær til felagið, um teir hava børn við álvarsligari sjúku.