Lív aftur í kappróðurin í Eysturkommunu

Eg var ein túr í Norðragøtu í gjár, meðan tann eina dreingjamanningin vandi og síðsta hondin var løgd á fyrireikingarnar til ólavsøkuna.

 Um ein góðan tíma byrjar ólavsøkukapprógvingin, byrjað verður við barnaróðrinum kl 14.50.

 

Kappróðrarfelagi Tindur úr Eysturkommunu, ið bleiv sett á stovn 25 februar í ár, hevur heili 3 barna manningar við til ólavsøkuróðurin í ár.


Eg var ein túr í Norðragøtu í gjár, meðan tann eina dreingjamanningin vandi og síðsta hondin var løgd á fyrireikingarnar til ólavsøkuna.


Tey eru sum vera mann sera spent til ólavsøkuna og kappróðurin sum heild í Eysturkommunu, eftirsum hettar er fyrstu ferð síðan 1994 at nakar bátur úr kommununi er mannaður.


Í ár eru tað so bara barnamanningar hjá felagnum, men nevndin vantar at í næsta ár fara tey at klára at mannað upp aftur fleiri bátar. Hugurin til felagið er har og fólk í kommununi tykjast spent eftir at vita hvussu gongur og hjálpa til um tað er.


Emily á Reynatrøð, forkvinna í felagnum greiðir frá at tey hava fingið neyst, bátar og trygdarútgerð í ordan upp á einans fáir mánaðar, harafturat hava tey keypt nýggjan bát til í næsta ár.


Eftirspurningurin eftir at sleppa at rógva á ólavsøku var so mikið stórur, at vit hava lænt Silju úr Fuglafyri, soleiðis at øll børnini sleppa at rógva ólavsøkuróðurin, sigur Emily og leggur afturat at eingin av børnunum hevur róð fyrr enn í ár, men tey eru sera spent.


Tilsamans eru tað eini 18 -20 børn úr allari kommununi, ið rógva, 2 dreingjamanningar og 1 gentumanning.


Tað hava verið bátar úr kappróðrarfelagnum við til hvørja stevnu, og hóast tað kanska ikki hevur gingið so væl, eru børnini íherdig og blíva við at kempa.