Lærlingur til Tannlæknastovuna á Lützenstrøð
Vit leita eftir einum tænastusinnaðum persóni, ið hevur hug at koma í læru sum
tannatstøðingur hjá okkum. Tannlæknastovan er á Lützenstrøð í Havn, og her eru vit
tríggir tannlæknar, tveir tannrøktarar, fýra tannatstøðingar og ein bókhaldari.
Um lærutíðina
Lærutíðin sum tannatstøðingur er 3 ár og tú skalt í skúla í Danmark í 34 vikur yvir trý
skúlaskeið, sum endar við eini próvtøku. Tá tú ert í skúla, býrt tú á einum skúlaheimið, ið
hoyrir til skúlan. Tú kanst lesa meira um útbúgvingina á
www.yrkisdepilin.fo/utbugvingar/heilsa-umsorgan-og-
namsfroe%C3%B0i/tannatstoe%C3%B0ingur
Tínar arbeiðsuppgávur
Tá tú ert til arbeiðis á tannlæknastovuni, fært tú eina grundleggjandi vitan um tannrøkt og
fyribyrging av holum og tannsjúkum umframt annað, sum fyriferst á eini tannlæknastovu.
Vit eru øll fús at gera okkara til, at tú fært eina góða upplæring frá okkum, sum starvast
her.
Uppgávurnar hjá tær verða:
- at arbeiða saman við- og hjálpa tannlæknanum
- at taka røntgenmyndir
- sterilisatión av amboðum
- telefonmóttøka
- innkeyp
umframt aðrar uppgávur.
Tú
Vit vænta, at tú:
- ert ágrýtin
- ert blíð/blíður
- ert tænastu sinnað/-ur
- dugir væl at samskifta við viðskiftafólk og starvsfelagar
- dugir væl at samstarva við ymisk fólk
- dugir at arbeiða undir trýsti
- ert hjálpsom/-samur
Vit eru eitt toymi og tað er avgerandi, at tú eisini ert sinnað/-ur at hjálpa til, har sum á
stendur.
Starvið og løn
Starvið er fulla tíð og vit vóna at seta lærlingin 1. oktober 2026. Starvið verður lønt eftir
sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Samverk. Um tú hevur spurningar til
starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Sólvá Eystberg, stjóra, á telefon 217655.
Umsókn
Send umsóknina til Sólvá Eystberg, stjóra, á se@tannlakni.fo í seinasta lagi 2. september
2026.










