Lagnuløta hjá klaksvíkingum

Meðan tað mest sum er greitt, at HB og ÍF fara at taka sær av ovastu plássunum, so er tað væl tættari í botninum, har KÍ bara hevur vunnið eitt stig burtur úr seks teimum seinastu royndunum og tískil er fallið støðugt nærri strikuni

Jóannes Hansen
----
Tá ið hetta vikuskiftið er av, verður triðingurin eftir av ársins landskapping, tá ið sæð verður burtur frá, at tveir dystir bíða inntil 18. september.
Ólavsøkuumfarið broytti einki í toppinum. HB og ÍF vunnu, og harvið eru tað framvegis sjey stig millum tvey tey ovastu. Hóast tap á Argjum leygarkvøldið er EB/Streymur enn á bronsuplássi, men stóra fjarstøðan til toppin – 15 stig eru fram til HB - ber boð um, at tað ikki ber til at endurvinna FM heitið, hóast teir í Sundalagnum framvegis hava 33 stig at kappast um.
Heðin Askham hevði fyri fyrstu ferð ábyrgdina av NSÍ, sum ólavsøkudag rættuliga bjóðaði HB av í Gundadali. HB vann 3-2, men NSÍ avrikið var miðvíst og skilagott.
-Vit vita, at tað er á teirra hálvu, at teir skulu takast, tí frammanfyri mótstøðumálið eru teir vandamiklir. Eg eri nøgdur við liðavrikið, og eg haldi, at vit spældu væl. Trupulleikin var persónligu mistøkini, sum HB sektaði, vísti NSÍ venjarin á og sipaði harvið til støðurnar, tá ið sera væl upplagdi Símun Samuelsen skoraði trý mál. Tað fyrsta var eftir kiksaða afturlegging, tað næsta var eftir soloavrik í vinstru, og tað triðja var við frísparki tíggju metrar uttanvert brotsteigin. Bólturin tók í manngarðin og snýtti Kristian Joensen.
Næsta avbjóðingin hjá Heðini og NSÍ verður, tá ið ÍF sunnudagin kemur at vitja.
ÍF fagnaðurin var stórur eftir 2-1 sigurin á B36. Tað var væl skiljandi, og tað var einki at siga til, at teir í B36 fyri aðru ferð í eina viku vóru ógvuliga vónbrotnir. Á Argjum mistu teir 2-0 leiðslu og taptu 3-2, og ímóti ÍF vóru teir á odda í ein tíma við einum máli, og B36 hevði fleiri risa møguleikar at økja um leiðsluna. Men Jákup Mikkelsen bjargaði fleiri ferðir, tá ið B36 menn vóru púra leysir. Dánjal á Lakjuni kom á vøllin, tá ið ein hálvur tími var eftir, og hann var ógvuliga eyðsýndur í ÍF álopsspælinum, samstundis sum ágrýtni hjá honum lyfti hinar upp í verjupartinum.
B36 og NSÍ hava ávikavíst 21 og 20 stig, og harvið skulu tað í hvussu so er tvey umfør til, áðrenn tey kunnu kenna vandan av niðurflyting. Hini fimm liðini – KÍ, Víkingur, AB, TB og 07Vestur eru øll í vanda.

Tór-Ingar heldur lív í
Størsta vandanum er 07Vestur í, tí tað eru sjey stig fram til bjargingina. At vágaliðið ikki heilt skal avskrivast, varð staðfest leyarkvøldið, tá ið KÍ varð sent til hús við 2-1 tapi. Liðformaðurin og superveteranurin Tór-Ingar Akselsen skoraði bæði málini. Tað fyrra eftir KÍ bólttap í uppspælinum og við skoti av brotsteigarmarkinum, og tað seinna við beinleiðis frísparki, tá ið KÍ málverjin flutti seg aftur um manngarðin og bólturin fór í handara hornið.
-Seinastu ferðirnar hevur tað ikki sæð so galið út hjá okkum. Vit hava tapt tepurt, móti B36 megnaðu vit málleysan javnleik, og hesa ferð vunnu vit. Tað gevur mót og sjálvsálit, og vit hava avgjøri ikki givið skarin yvir.
Sunnudagin skulu vágamenn á Argir, og tá verður talan um lyklauppgerð.

AB á toppinum
Sekstan stig burturúr seks teimum seinastu umførunum boðar frá, at AB – saman við ÍF – er liðið, ið burturúr seks teimum seinastu umførunum hevur vunnið størst úrtøku.
3-2 og 3-1 heimasigrarnir á ávikavíst B36 og EB/Streymi bera boð um, at skikkur er komin á verjupartin, og at liðið er sera vandamikið í álopsspælinum. Ímóti EB/Streymi var Sorin Anghel leikbannaður, og tað er ikki verri hjá Sámal Erik Hentze, at tað er stór kapping um plássini á liðnum.
AB hevur væl og virðiliga tikið seg upp um strikuna, og góða gongdin sigur, at tað er sera sannlíkt, at tað eisini í 2014 verður sunnudagsfótbóltur í Argjum.

KÍ á botninum
Tølini siga, at KÍ er tað liðið, sum burturúr seks teimum seinastu umførunum hevur vunnið minstu úrtøkuna. Eitt stig og málmunurin 6-15 síðani á norðoyastevnu sigur, at klaksvíkingar eru í kreppu, og at kósin skal broytast og tað nógv, um liðið ikki skal enda undir strikuni. Tað gongur illa at skjóta mál, og í hinum endanum skola málini ígjøgnum.
Í Vágum var Atli Danielsen miðverji, men tað verður hann neyvan leingi. Sørmund Kalsø, sum fyri stuttum var heilt uttarlaga í hópinum, er orduliga komin aftur í hitan. Jógvan Isaksen er um at koma fyri seg aftur eftir langan skaðasteðg, og tað er meiri sannlíkt, at hann verður miðverji enn nakar annar, tá ið Víkingur kemur at vitja.
KÍ hevur fýra tær seinastu ferðirnar verið á útivølli. Nú bíða fýra heimadystir Eyðuni Klakstein og hansara monnum, og úrtøkan úr teimum verður rættuliga avgerandi fyri, um dagsskráin í Klaksvík verður niðurflyting ella ikki.

Víkingur væl fyri
Tá ið TB ólavsøkudag var í Sarpugerð, var tað í 1. hálvleiki stórur munur á liðunum. TB luktaði av at hava verið í summarfrí, meðan kjalarvørrurin av europeisku luttøkuni væl sást á avrikinum hjá Víkingi. Hanus Jacobsen, sum man vera kandidatur til ársins spælara í Eystur kommunu, setti hol á við brotssparki, og so skoraði Jann Ingi Petersen tvær ferðir. Nú Sam Jacobsen og Sølvi Vatnhamar aftur eru tøkir, hevur Sigfríður Clementsen flutt Jann Inga Petersen í fremstu ódnina á miðvøllinum, og tað hevur víst seg at rigga væl.
3-1 sigurin á TB ber við sær, at Víkingur nú er omanfyri strikuna. Tað er bara málmunurin, sum skilir liðið frá sætta plássinum og KÍ. Víkingar fara undir fjørðin við stórum sjálvsáliti.

TB í tronga
Bill Jacobsen hevði ólavsøkudag fyrstu ferð ábyrgdina av TB liðnum. Umstøðurnar loyvdu ikki stóru broytingunum, tí Bill og TB høvdu bara vant saman tríggjar ferðir, áðrenn ólavsøkutúrin norður í Sarpugerð.
Sunnudagin verður avbjóðingin hjá TB og Bill Jacobsen ikki minni, tí tá kemur oddaliðið HB suður:
-Fyrri hálvleikur ímóti Víkingi var ikki góður. Í steðginum tosaðu vit um tingini og justeraðu liðið nakað, og tað var nógv betri í 2. hálvleiki, tá ið vit kundu havt skorað okkurt mál aftrat umframt tað, sum innskifti Ragnar Tausen skoraði eftir innlegg úr vinstru, sigur Bill Jacobsen, sum í hvussu so er sunnudagin aftrat fer at hava ábyrgdina av TB.



HB 13
Aðru hvørja ferð
Tap í Streymnesi og málleyst á heimavølli ímóti ÍF


ÍF 16
4 útidystir – tann fyrsti var ímóti B36

AB 16
5 heima og 1-1 í Klaksvík í síðsta minutti
Nú 07 Vestur heima og so



6 dystir
NSÍ 5
4 á útivølli
Nú 3 á heimavølli


B36 8
Aðru hvørja ferð


Víkingur 5
Umleið aðru hvørja ferð

07Vestur 4
Aðru hvørja ferð
TB 2
2 á heimavølli og 4 útivølli
Spæla heima og úti mest sum aðru hvørja ferð
KÍ 1
4 heimadystir bíða: Víkingur, ÍF, HB, TB
Hava spæt 4 á útivølli