2. DEILD
Einki verður avgjørt fyrrenn um eina viku í næstbestu deildini. Men B68 skal til próvtøku seinnapartin í dag, tá ið teir skulu spæla á Valloyruni í Sandavági. B71 var til próvtøku har vesturi fyri tveimum vikum síðani, og teir dumpaðu, tí FSV04 vann 3-0. Um B68 einki fær burturúr vágaferðini, og um B71 fer at fáa fulla úrtøku á heimavølli móti B36, so fer uppflytingin aftur at vera í hondunum á sandoyingum.
Tað fær illa verið meiri spennandi í 2. deild, har B68 í síðsta umfarinum skal spæla á heimavølli móti longu niðurflutta GÍ, og B71 skal spæla í Hvalba.
B68 venjarin, Julian Johnsson, fegnast um, at tað nú hevur lagað seg soleiðis, at tað aftur er upp til B68 at gera av, um teir skulu vinna 2. deild og harvið flyta upp. Men hann ásannar samstundis, at tað er alneyðugt at vísa góðan hugburð og stríðast fyri søkini. Úrslitið móti B71 vísti, at FSV04 ikki er at spæla við.
Tá ið B68 vann 6-1 á LÍF, var Ovi Magnussen leikbannaður, og Øssur Hansen noyddist heilt skjótt av vøllinum, tí hann var skaddur. Ovi verður við í dag, og av Toftum verður sagt, at tað eru útlit fyri, at Øssur Hansen eisini verður við.
B68 stuðlar skipa fyri bussferð vestur til Sandavágs seinnapartin í dag.
FSV04 er undan næstsíðsta umfarinum á bronsuplássinum. Teir hava 34 stig og eru tvey stig undan AB, sum skal spæla í Gundadali móti HB. Á Argjum endaði tað 2-2, tá ið HB vitjaði.