Tey góðu árini í føroyska búskapinum hava ført til, at gjaldføri landskassans støðugt er vaksið síðstu árini. Tað er gott at hava at standa ímóti við til ringari tíðir, men nú fjarar aftur í kassanum.
Fíggjarlógin fyri næsta ár gevur bara 100 milliónir krónur í avlopi, men tað er, áðrenn avdrátturin av láninum hjá landskassanum til danska ríkiskassan er goldin.
Hóast hildið verður fast við, at talan verður um eitt avlop komandi ár, so er tað ikki tí, at landskassin ætlar at gevast at gjalda skuld. Tvørturímóti er ætlanin at gjalda meira enn vit plaga. Munurin er bara, at tað verður ikki fíggjað gjøgnum fíggjarlógina. Farið verður í Landsbankin eftir pengunum.
Brúka yvirskotsgjaldføri
Í august stóðu 2,2 milliardir krónur í Landsbankanum. Lógin fyri Landsbankan sigur, at minsta innlánið í Landsbankanum er 1,5 milliard krónur. Nú skuldin verður goldin av Landsbankanum, nærkast Landsbankin botninum fyri, hvat skal standa inni. Og sostatt verður ikki meira yvirskotsgjaldføri næstu árini at standa ímóti við.
Seinastu tølini vísa, at einar 90 milliónir krónur fara at resta í á landskassaroknskapinum í ár til at gjalda avdráttir av skuldini til ríkiskassan. Samgongan hevur eisini gjørt av, at 500 milliónir skulu gjaldast av skuldini úr gjaldførinum hjá Landsbankanum næsta ár. Sostatt er gjaldføri Landsbankans komið niður á 1,6 milliard krónur. Ella beint yvir minstamarkið fyri innláninum.
Tað er beinleiðis eftir uppskoti frá Landsbankanum, at landsstýrið ber seg soleiðis at, og Sigurð Poulsen landsbankastjóri sigur einki vera at óttast.
? Vit hava mælt til at gera soleiðis, tí rentan er so lág í løtuni, at vit spara pening við at minka gjaldføri og gjalda skuld. Vit fara ikki niðurum minsta innlánið, sum vit skulu hava sum trygd, so vit altíð kunnu gjalda rokningar, sigur Sigurð Poulsen.
Bíligt at læna aftur
Siga vit, at fíggjarlógin gevur hall næsta ár, eins og tað hendir í ár, so noyðist landið aftur í Landsbankan eftir pengum, og so er botnurin náddur. Hendir tað, noyðist Landsbankin út at læna pening, tí 1,5 milliard krónur ella 15 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni skulu altíð standa í Landsbankanum sum trygd.
? Rentan er so lág í løtuni, at tað er bíligt at lána pening aftur, skuldi tað verið neyðugt. Minsta innlánið noyðast vit at hava, men vit halda bara ikki, at vit kunnu forsvara ov stórt gjaldføri, um tað gevur ov stórt rentutap, sigur Sigurð Poulsen.
Skuldin umfíggjað
Samstundis, sum skuld verður goldin úr Landsbankanum, verður ein partur av láninum frá danska ríkiskassanum umfíggjaður. Umfíggingin hevur tvey høvuðsmál. Annað er at stuðla uppundir at fáa ein virknan virðisbrævamarknað. Hitt høvuðsmálið er at spara rentuútreiðslur.
Umleið 500 milliónir verða goldnar eyka úr landskassanum, og 1,2 milliard krónur verða harumframt fíggjaðar við lánsbrøvum. Á hendan hátt verða 1,7 milliard krónur umfataðar av umfígging og afturgjalding av uttanlandsskuld, og sparingin upp á rentur og avdráttir er umleið 30 milliónir krónur.