Ingi Højsted hevur eftir øllum at døma slitið krossbandið í høgra knæið. Ein lækni kannaði Inga mánadagin, og hann var ikki í iva. Tann minimali ivin, sum kann verða um skaðan, skal ruddast á vegnum týsdagin, tá ið ein danskur lækni við kunnleika til slíkar skaðar, skal kanna Inga á Landssjúkrahúsinum.
Landsliðvenjarin Jógvan Martin Olsen hevur havt regluligt samband við Inga Højsted seinastu dagarnar, og hann hevur framvegis eina lítla vón um, at boðini týsdagin kunnu verða betri, enn tey vóru mánadagin, men tað er ikki nógv, sum bendir á tað.
- Um Ingi Højsted ikki fær spælt fótbólt í eitt ár, verður tað ein stórur missur fyri landsliðið. Hann er sentralur í tí spælistílinum, sum eg ætlaði at arbeiða við á landsliðnum, sigur Jógvan Martin Olsen.
Øgiliga synd fyri Inga
20 ára gamli Ingi Højsted er rættiliga feskur á a-landsliðnum, men hann hevur eftir stuttari tíð spælt seg inn í landsliðshitan. Ingi spældi fyrsta landsdystin í 2003, og síðani hevur hann verið fimm ferðir á vøllinum.
- Ingi hevur rættiliga spælt seg inn á liðið, og hann hevur verið eyðsýndur seinastu landsdystirnar. Hann hevur verið serliga góður í presspælinum, og eg havi rættiliga roknað við honum næstu tíðina. Tí er tað ómetaliga spell, at hann nú møguliga verður uttanfyri í eitt ár, sigur Jógvan Martin Olsen.
- Hetta er eisini øgiliga synd fyri Inga sjálvan, tí eftir at hann varð skuffaður av tíðini í Birmingham, kom hann heimaftur at spæla og ætlaði sær avstað aftur til útlandið í næstum. So persónliga føli eg við honum.
Rættiligt gjøgnumbrot
Ingi Højsted hevur seinastu árini verið millum fremstu ungu spælararnar í Føroyum. Hann fór blaðungur til Arsenal at venja, og har var hann í fleiri ár, áðrenn hann kom heimaftur til B36 í fjør.
Har fekk hann rættiligt gjøgnumbrot í føroysku fótbólti, gjørdist stuðulsspælari í B36 og vann FM í fyrstu royndini.
Ingi kom eisini á landsliðið og gjørdist eftir ongari tíð fastur spælari. Í vár var hann í Birmingham og royndi seg, men har fekk hann ikki veruliga kjansin, og fyri nøkrum vikum síðani gjørdu partarnir av at gevast við samstarvinum.
Tí var Ingi komin heimaftur at spæla fyri B36, men tað skuldi ætlandi bara vera í eina tíð. Útlendsk feløg hava framvegis áhuga fyri honum, og gekk tað sum ætla, so skuldi Ingi av landinum aftur í summar.
Nú er alt fyribils sett í bíðistøðu, tí Ingi fær neyvan spælt aftur næsta lítla árið.
***
Fakta
Ingi Højsted
Føddur: 12. november 1985
Bústaður: Tórshavn
Feløg: B36, Arsenal, Birmingham City
A-landsdystir: 4 dystir/0 mál
Føroyameistari við B36 í 2005