Seinastu árini hevur Hondbóltssamband Føroya lagt eitt stórt arbeiði í hondbóltslandsliðini. Nógv ungdómslandslið eru sprotin úr arbeiðnum, og nú eru bæði A-landslið hjá kvinnum og monnum farin at luttaka í landsliðskappingum úti í heimi.
Í dag er tað A-landsliðið hjá monnum, ið er farið út í heim. Liðið skal luttaka í kappingini Emerging Nations Cup, sum verður í Kosovo frá 20.-26. juni. Ferðalagið er farið við morgunrutuni hjá Atlantic Airways í morgun. Longu í kvøld skal landsliðið spæla sín fyrsta dyst. Dysturin verður leiktur í Sundbyhallen í Amager ímóti HIK, sum spælir í næstbestu donsku deildini. Hetta skriva Hondbóltssamband Føroya á Facebook-síðu sínari.
Føroyska ferðalagið fer til Kosovo í morgin, har liðið skal spæla sínar fyrstu, tríggjar dystir. 16 lond luttaka í kappingini, og eru tey býtt í fýra bólkar. Føroyar eru í bólki við Kosovo, Avstralia og Armenia.
Fyrsti dystur er leygardagin, tá ið Avstralia er mótstøðuliðið. Sunnudagin spælir Føroyar ímóti Armenia og seinasti bólkadysturin verður leiktur mánadagin, tá ið Føroyar hitta Kosovo. Tvey lið koma víðari úr hvørjum bólki. Aftaná bólkaspælið er tað vanliga "knock-out" skipanin, sum er galdandi. Tey liðini, ið ikki koma víðari úr bólkaspælinum, spæla ein plaseringsdyst sínamillum.