Landsliðið: Vilja skapa enn meira

Tað er enn eina ferð eitt sterkt mótstøðulið, sum bíðar føroysku kvinnunum í HM undankappingini í kvøld, men føroyska ætlanin er at bjóða av, skrivar Fótbóltssambandið

Tað er enn eina ferð eitt sterkt mótstøðulið, sum bíðar føroysku kvinnunum í HM undankappingini í kvøld, men føroyska ætlanin er at bjóða av, skrivar Fótbóltssambandið.

 

Í annaðkvøld fer A-landsliðið við kvinnum á vøllin til triðja dystin í hesari undankappingini. Hesaferð er Ukraina á skránni, og meðan Føroyar hava tapt sínar tveir undankappingardystir higartil, verður hetta fyrsti dysturin hjá Ukraina í hesari kappingini.

 

Og hóast Ukraina er styrkismett væl hægri enn Føroyar, og talan er um eitt sera roynt mótstøðulið, so er ætlanin at byggja uppá royndirnar, sum føroyska liðið hevur gjørt sær í dystunum móti Spania og Skotlandi, sum helst eru tey bæði sterkastu liðini í bólkinum.

 

– Ukraina er avgjørt eitt sera gott lið, men tær tykjast eisini spæla við eitt sindur størri váða, enn serliga Spania, men eisini Skotland. Tað vóna vit sjálvandi at kunna brúka til okkara fyrimun, og vit fara at royna at flyta okkara verjuspæl longur fram á vøllin, soleiðis at vit vónandi kunnu skapa meira, enn vit hava megnað í teimum fyrstu dystunum, sigur Ásla Johannesen við heimasíðuna hjá Fótbóltssambandinum.

 

Føroyski liðskiparin sær sum heild fram til dystin í annaðkvøld við spenningi.

 

– Vit hava møtt krútsterkari mótstøðu higartil, og tað fara vit eisini at gera hesaferð. Men samstundis haldi eg, at vit flyta okkum rætta vegin. Serliga kenslan av at skora eitt mál í Skotlandi, var ótrúliga góð og gevandi fyri liðið, og vit eru sera spentar at arbeiða víðari fyri at betra okkara avrik enn meira, sigur Ásla Johannesen at enda.

 

Dysturin millum Ukraina og Føroyar verður spældur á Kolos stadium í ukrainska býnum Kovalivka í morgin kl. 17.00 føroyska tíð. Tíverri verður dysturin ikki stroymdur, men til ber at fylgja gongdini her á heimasíðuni hjá UEFA.

 

##ms##