Landsliðsliðskiparin, Pernille Brandenborg og liðfelagar hennara í Storhamar spældu í kvøld dyst á útivølli í bestu norsku hondbóltsdeildini.
Dysturin var móti Fredrikstad, hvørs fótbóltslið vit hava lært at kenna gjøgnum Jóannes Bjartalíð, Mikkjal K. Thomassen og Brand H. Olsen.
Storhamar vann stórsigur 34-19 á Fredrikstad. Heimaliðið beit munandi meir frá sær í fyrra hálvleiki, og í steðginum var Storhamar bert á odda 16-12. Í seinna hálvleiki var stórur munur á liðunum.
Pernille gjørdist toppskjútti hjá Storhamar við seks málum. Tað skuldu tó 11 málroyndir til. Pernille legði eisini upp til eitt mál (assist).
Storhamar er triðfremst í deildini við 10 stigum. Larvik er fremst í deildini við 15 stigum. Larvik hevur tó spælt ein dyst meira enn Storhamar.
Komandi sunnudag klokkan 15 er dystur í Champions League á skránni hjá Storhamar í OBOS høllini í Hamar. Tá kemur ungarska liðið, Debrechen á vitjan.











