Landsliðsúttøkur vera hósdagin

Hósdagin 21. mai klokkan 10 skipar FSF fyri tíðindafundi á Tórsvøll

Mynd: FSF

FSF skrivar:

 

- Hósdagin 21. mai klokkan 10:00 skipar FSF fyri tíðindafundi á Tórsvølli har Pætur Clementsen og Eyðun Klakstein fara at kunngera hóparnar til landsliðsuppgávurnar í juni

 

——————

 

Fyrst í komandi mánað skulu bæði kvinnulandsliðið og manslandsliðið í eldin aftur.

 

Tann 5. juni spæla kvinnurnar HM undankappingardyst á útivølli ímóti Georgia, og 6. juni spæla menninir fyrra dystin í Baltic Cup, tá Estland tekur ímóti í Pärnu.

 

Seinni dysturin hjá manslandsliðnum í hesum umfarinum verður tann 9. juni, og tá verður mótstøðuliðið annaðhvørt Lettland ella Litava.

 

Í hesum sambandi skipar Fótbóltssamband Føroya fyri tíðindafundi í Trinstovuni á Tórsvølli hósdagin 21. mai klokkan 10:00.

 

Á tíðindafundinum fara Pætur Smith Clementsen, landsliðsvenjari hjá kvinnum og Eyðun Klakstein, landsliðsvenjari hjá monnum, at kunngera hóparnar til landsliðsuppgávurnar, ið standa fyri framman. Skrivar FSF. 

 

Mynd: FSF