- Eg havi ikki nakra almenna uppgávu á Atlantic Fair hesaferð, men sum fiskimálaráðharri eri eg boðin á vitjan, sigur Bárður á Steig Nielsen, sum er á sjóvinnustevnuni í Klaksvík í dag

Atlantic Fair: Fyriskipararnir eiga stórt rós uppiborið

- Tað klæðir Klaksvíkini væl, at Atlantic Fair er her, tí neyvan er nakað øki í Føroyum so knýtt at fiskivinnuni og tí, sum kemur upp úr havinum, sigur fiskimálaráðharrin, Bárður á Steig Nielsen

 

- Eg havi ikki nakra almenna uppgávu á Atlantic Fair hesaferð, men sum fiskimálaráðharri eri eg boðin á vitjan, sigur Bárður á Steig Nielsen, sum er á sjóvinnustevnuni í Klaksvík í dag

Bárður á Steig Nielsen, sum bæði hevur verið løgmaður, landsstýrismaður í fíggjarmálum, løgtingsmaður og nú er fiskimálaráðharri, heldur tað vera bæði gott og flott, at Føroyar gjøgnum so mong ár hava megnað at bjóðað eina altjóða sjóvinnuframsýning, sum Atlantic Fair er.

 

- Tiltakið er til stórt rós fyri fyriskipararnar, sum gjøgnum øll hesi ár hava megnað at savnað so nógvar fyritøkur, bæði føroyskar og útlendskar – við spennandi vøru-og tænastuútboði, umframt fleiri fyrilestrarhaldarar úr Føroyum og útlandinum, sigur fiskimálaráðharrin.

 

Bárður á Steig Nielsen heldur eisini, at tað klæðir Klaksvíkini væl, at framsýningin er her, tí neyvan er nakað øki í Føroyum so knýtt at fiskivinnuni og tí, sum kemur upp úr havinum, sum Klaksvíkin er. 

Hann heldur fyri, at økið, sum liggur nærmast Klaksvíkini, tá ræður um fiskiskipavinnu, alivinnu og framleiðslu, er Eysturoyggin, sum eisini hevur eitt blómandi vinnulív.

- Eg havi ikki nakra almenna uppgávu á Atlantic Fair hesaferð, men sum fiskimálaráðharri eri eg boðin á vitjan. Eg fari norður týsdagin hin 19. mai, tá sjóvinnuframsýningin letur upp, og her fái eg eina rundvísing av tí, sum er á framsýningini.

Sum vinnulívsmaður í fleiri ár og núverandi fiskimálaráðharri, hevur Bárður á Steig Nielsen stóran áhuga bæði í fiskiskapi og framleiðslu, og tí gleðir hann seg eisini at síggja ymiskt av tí, sum veitarar, bæði føroyskir og útlendskir, hava at vísa fram á Atlantic Fair.   

 

##med2##

 

Herfyri var ein stór altjóða fiskivinnumessa í Barselona í Spania, har eisini fleiri føroyskir veitarar og keyparar vóru við, og her høvdu fleiri føroyskar fyritøkur básar í einum felagsøki í einum av bygningunum. 

Hóast hetta var ein velduga stór framsýning, sum var deild upp í ymisk økir og partar, smæddust føroysku fyritøkurnar avgjørt ikki burtur, og Bárður á Steig Nielsen heldur, at føroysku básarnir vóru framúr flottir og forvitnisligir.

- At síggja til stóðu føroysku fyritøkurnar ikki aftanfyri aðrar, og føroysku básarnir høvdu nógvar vitjanir. Jú, eg hevði varhugan av, at stórur áhugi var fyri føroysku framsýnarunum millum tey vitjandi, sigur fiskimálaráðharrin. 

Í Barselona vóru framsýnarar við bæði framleiðslumaskinum og ymiskari tøkni, og her var eisini eitt stórt útboð av fiski og fiskavørum, býtt yvir ymiskar marknaðir.

- Alt hetta hevur sjálvsagt stóran áhuga fyri okkum her heima í Føroyum, tí fiski-og framleiðsluvinnan saman við alivinnuni eru okkara høvuðsvinnur, og haðani spretta fleiri tilknýttar tænastuvinnur, sigur hann. 

 

##med3##

 


 

 

- Eg havi ikki nakra almenna uppgávu á Atlantic Fair hesaferð, men sum fiskimálaráðharri eri eg boðin á vitjan, sigur Bárður á Steig Nielsen, sum er á sjóvinnustevnuni í Klaksvík í dag

Myndir: Álvur Haraldsen