Føroyski landsliðsliðskiparin, Pernille Brandenborg og liðfelagarnir í Storhamar spældu í kvøld dyst á útivølli móti Oppsal í bestu norsku hondbóltsdeildini.
Dysturin í Oppsal Arena høllini í Oslo endaði við 32-28 sigri til Storhamar. Í steðginum var heimaliðið á odda 12-11. Í seinna hálvleiki fekk Storhamar tó gongd á málskjótingina.
Pernille fekk tveir málmøguleikar, og hon setti báðar í netið. Hon vann eisini liðnum eitt brotskast.
Storhamar er næstfremst í deildini við seks stigum fyri fýra dystir. Larvik er fremst í deildini við átta stigum.
Stutt er millum uppgávurnar hjá Pernille og liðfeløgunum. Komandi leygardag klokkan 12 spælir Storhamar dyst á útivølli í bólki A móti týska liðnum, Dortmund.