Zelensky til ES-toppfund: Vilja samráðst um ES-limaskap nú

Ukraina er til reiðar at lata fyrsta samráðingarøkið upp, sigur Zelensky, men Ungarn heldur fast við nei.

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelensky, roynir at leggja trýst á ES-leiðararnar um at lata upp fyrsta samráðingarøkið í samráðingunum um ES-limaskaps.

Undan fundi í Evropeiska Politiska Felagsskapinum í morgin skrivaði Zelensky á sosiala pallinum X:

- Ukraina er liðugt við sína innanhýsis endurskoðan av ES-lóggávuni – og tað hava vit gjørt skjótari enn nakar undan okkum. Vit hava klárað tað væl.

- Vit eru fult til reiðar at lata upp bólk 1 í ES-limasamráðingunum – bólkin "Grundreglur". Vit hava brúk fyri veruligum framburði á hesum økinum, skrivar Volodymyr Zelenskij.

Men ungarski forsætisráðharrin, Viktor Orbán, helt á toppfundi í dag fast um at nokta at broyta reglurnar, soleiðis at samráðingarnar kunnu byrja.

 

/Ritzau/