Tíðindaskriv, Løgmálaráðið:
Landsstýrismaðurin fegnast um hesa raðfestingina.
“Hetta er eitt týðandi stig á leiðini fram ímóti, at myndugleikin fær eina skjótari málsgongd, í sambandi við viðgerð av umsóknum um uppihaldsloyvi,” sigur landsstýrismaðurin í lógarmálum.
Tað er greitt, at viðgerðartíðin av umsóknum um uppihaldsloyvi í summum førum er ov long, og at hetta kann fáa avleiðingar bæði fyri arbeiðsgevarar og starvsfólk, tá talan er um arbeiðsloyvir. Tað er ikki haldført í longdini, at fólk standa í óvissu í fleiri mánaðir, og um tað er eins og ført verður fram, at vinnan má reka sítt virksemi undir ávísum ótryggleika og við møguligum eykaútreiðslum.
Eftir at umsitingin er flutt á føroyskar hendur, hevur tað verið munandi lættari hjá myndugleikanum at fylgja við innflyting av útlendskari arbeiðsmegi, herímillum at varpa ljós á tær avbjóðingar, sum eru vorðnar eyðsýndari. Eisini fer í dag eitt tættari samskifti fram millum umsøkjarar og myndugleikan enn frammanundan, tá ið eitthvørt ítøkiligt mál liggur til viðgerðar, bæði tá ið talan er um útlendingar og arbeiðsgevarar.
Endamálið við delegatiónini var júst at fáa eina skipan, ið varð nærri knýtt at føroyskum viðurskiftum og umsøkjaranum, sum í nógvum førum eru í Føroyum. Tað er tó greitt, at vit enn ikki eru komin á mál – slíkar broytingar krevja tíð – serliga, tá ið økið ikki áður hevur verið umsitið í Føroyum. Við ábyrgdini á føroyskum hondum, hava vit møguleikan at gera okkum greitt, hvat krevst, og hvussu skipanin eigur at verða ment frameftir.
Raðfestingin fer at gera, at tænastustøðið at fáa viðgjørt umsóknir um uppihaldsloyvi hækkar. Kunngerð kemur í næstum, sum ásetur ómaksgjøld fyri umsóknir um uppihaldsloyvi í Føroyum. Ætlanin er, at henda raðfesting saman við inntøkum frá ómaksgjøldum skal viðvirka til, at skipanin, yvir rímiliga tíð, kemur upp á eitt nøktandi tænastustøði.
Samanlagt verður úlendingaøkið raðfest við 1,4 mió. kr. í fíggjarlógini fyri 2026.