Í hesum døgum hevur Norðurlandaráðið ársfund í svenska Ríkisdegnum í Stokkhólmi, har landstýriskvinnan í uttanríkis- og vinnumálum, Sirið Stenberg, luttekur.
Høvuðsevni fyri fundin hesa ferð er: Norðurlond saman – norðurlendsk nytta og samanhald í ótryggum tíðum. Nógv av orðaskiftinum bar dám av hesum og týdninginum av at standa saman og styrkini í hesum.
Gestarøðari undir setanini í gjár var forkvinnan í ES-nevndini, Ursula Von der Leyen, sum í røðu síni legði hon dent á, at Evropa og Norðurlond skulu standa lið um lið fyri at verja okkara felags virði, styrkja okkara verju og byggja eina burðardygga, kappingarføra og savnandi framtíð.
Í dag hevur landsstýriskvinnan tikið lut í orðaskiftunum millum norðurlendsku uttanríkisráðharrarnar og millum norðurlendsku verjumálaráðharrarnar. Landsstýriskvinnan vísti á, at Norðurlond hava ein serstakan møguleika at stuðla hvør øðrum og standa saman í avbjóðandi tíðum og segði m.a.:
– Føroyar eru sannførdar um, at okkara styrki liggur í felagsskapinum. Tá vit standa saman sum norðurlendsk lond, sum sameind í NATO og sum vinir, kunnu vit ikki bert reagera uppá broytingar í heiminum – vit kunnu vera við til at mynda tær.
Fundur millum norðurlendsku uttanríkisráðharrarnar og formansskap Norðurlandaráðsins hevur eisini verið á skrá. Á fundinum vórðu felags avbjóðingar umrøddar og serliga, hvat Norðurlond kunnu gera fyri Ukraina frameftir.
Eisini vórðu virðislønir Norðurlandaráðsins 2025 handaðar. Yrkingasavnið, Svørt orkidé, eftir Vónbjørt Vang vann bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins og filmurin, Seinasta paradís á jørð, hjá Sakarisi Stórá, Mads Stegger, Tommy Oksen og Jón Hammer vann filmsvirðislønina. Hetta er bæði fyrstu ferð, at ein føroyskur filmur er tilnevndur og kosin vinnari. Teimum verður ynskt hjartaliga til lukku við stóra heiðrinum.











