Lars umhugsar fleiri skiftingar

Jóhan Troest Davidsen verður vongverji í høgru í staðin fyri leikbannaða Jónas Tór Næs

Lars Olsen umhugsar í løtuni, um hann skal gera fleiri broytingar á føroyska liðnum, sum í annaðkvøld skal spæla ímóti Týsklandi. Longu fríggjakvøldið var greitt, at tað verður neyðugt at gera eina broyting, tí Jónas Tór Næs, sum er fastur maður á høgra vongverja, sá gult í dystinum ímóti Kasakstan. Tað ber við sær, at hann er leikbannaður ímóti Týsklandi.

-Tað er upplagt, at Jóhan Troest Davidsen fer út á høgra vongverja. Tí verður neyðugt at gera eina broyting í miðverjuni, segði venjarin í samrøðu við Miðlahúsið uttan at siga meiri um, hvør skal spæla í plássinum undir liðini á Rógva Baldvinsson. Ein møguleiki er Atli Gregersen, sum fríggjakvøldið sat á beinkinum.

Áður hevur venjarin sagt, at tað er neyðugt við fleiri broytingum, tá ið tað er so stutt millum dystirnar, sum tað er hesa ferð. Tað hevur hann sagt, tí tað hjá summum spælarum tekur fleiri dagar at koma fyri seg aftur eftir so stóra avbjóðing.

-Eg havi ikki gjørt hetta upp við meg sjálvan enn. Vit vóru aftur í Føroyum leygarmorgunin. Tá ið vit vandu seinnapartin leygardagin kendist tað sum um, at spælarnir vóru um at koma fyri seg aftur, og nú hava vit havt tveir dagar aftrat at hvíla og fokusera upp á dystin ímóti Týsklandi. Um vit ikki gera fleiri skiftingar undan dystinum, so verður ivaleyst neyðugt at skifta út undir dystinum. Serliga á miðvøllinum og í borðunum er arbeiðstrýstið øgiligt, sigur Lars Olsen.

 Føroysku spælararnir eru sera misnøgdir við mátan, sum teir taptu upp á í Kasakstan. Óroyndi dómarin frá San Marino gav sambært teimum heimaliðnum brotssparkið, sum bar útjavnandi málið við sær, og teir vilja halda, at talan var um rangstøðu, tá ið sigursmálið varð skorað:

-Hatta er luturin hjá smátjóðum og serliga á útivølli. Vit vóru heldur ikki nøgdir við dømingina í Svøríki, men vit kunnu einki gera tað. Nú mugu vit fokusera upp á avbjóðingina, sum bíðar í morgin.

Hvat úrslit ert tú nøgdur við?

-Saman við Spania, Argentina og Brasilia eigur Týskland heimsins besta landslið. Men vit fara eftir sigrinum, og eydnast tað at vinna stig, so verði eg nøgdur. Eg eri ongantíð nøgdur við at tapa, men tað kann fara at vísa seg, at eitt tepurt tap verður at liva við, um teir raka stólparnar einar átta ferðir. Hvør dystur livir sítt lív, men vit fara eftir sigrinum, staðfestir føroyski venjarin.

Føroyska liðið venur seinnpartin á Tórsvølli og Daniel Udsen Pól Jóhannus Justinussen eru komnir aftrat teimum, sum vóru í Kasakstan.