Samfelagið Føroyar tók í 2013/14 lógvatak, og lyfti stóru byrðuna tað varð, at knýta Sandoynna uppí Føroyar.
Nú stendur Suðuroyggin fyri tørni.
Nú er brúk fyri fólki, sum trýr uppá at eldur enn er í grúgvuni í Føroyum, tá 50-100 ár eru farin.
Hasar 5-6 mia kr sum tunnil til Suðuroynna kostar verða brúktar óansæð, um tær verða brúktar uppá at sigla suðringar aftur og fram, ella at geva teimum møguleikan at koma og fara tá teimum lystir.
Vit sandoyartingmenn, Gerhard Lognberg, Páll á Reynatúgvu og undirritaði, sum í 2013/14 sótu í búnum talvi í politiska fylgibólkinum, tóku lógvatak við restina av tingmanningini, eitt samt Ting, um at linjuføringin til Sandoyartunnilin skuldi vera tann hon er í dag, fyri at tryggja at tann komandi Suðurleiðin skuldi verða so stutt og bein sum til bar.
Hetta var eftir tilmæli frá Landsverki, sum mælti til verandi leið, heldur enn linjuføringina ið lá í kortunum, sum kom upp á Hellisvaðnum í Skopun, ið helst hevði verið heldur bíligari enn verandi farleið vegna longd av tunlinum.
Alt fyri at tryggja suðringum bestu og stytstu farleiðina undir Skúvoyar- og Suðuroyarfjørð, og fyri at fáa Skúvoynna uppí.
Tað fyrikemur tí margháttligt, at politisku flokkarnir nú velja at ganga frá princippinum um stytst gjørligu farleið fyri suðuroyingar.
Er politiska minnið so stutt, ella mangla evnini í dag at síggja framvið øllum hasum milliardunum?
Mangla evnini at síggja hvør vinningur liggur í at velja røttu, stytstu, lættastu og skjótastu leiðina til Suðuroynna?
Vístu jarðfrøðiligu kanningarnar í dag, at ógjørligt er at bora av Sandi og suðuryvir, høvdu øll ivaleyst góðtikið at leiðin yvir Djúpadal varð vald.
Men tá báðar farleiðirnar lata seg gera vegna jarðfrøðina, báðar leiðirnar kosta áleið tað sama, onnur leiðin styttir teinin úr Suðri til høvuðsstaðin við 5 km og hevur munandi færri forðingar við sær á vegnum, ja, so skulu serstakliga góð argumentir til, fyri at velja tað longru, tyngru og seinnu leiðina.
At politiska skipanin nikkar til hesa seinnu leiðina er fyri mær ófatuligt, og argumentini havi eg ikki hoyrt enn, hví so er.
Vita flokkarnir kanska okkurt sum vit onnur ikki vita og sum ikki er alment?
Komi so fram í ljósið við tí, tí vit vilja gjarna vita hvørji hesi argument eru.
At vit á Sandoynni onga rødd eiga á Tingi í dag sum kann tala okkara søk, er eftir mínum tykki ófatuliga harmuligt, nú Sandoyggin er vorðin miðdepil fyri komandi infrastrukturellum- og orkuútbyggingum, sum framyvir koma at hava ófatuliga stóra ávirkan á hvussu liviligt tað uppá sikt verður á oynni, og hvussu hendan náttúruperlan av Guðs náði verður umsitin.
Tit sum endaligu avgerðina eiga, vælsignaði hugsi tykkum um.
Lat okkum taka lógvatak og knýta Suðuroynna uppí Føroyar, uttan at sorla alt sundur sum hevur virði uppá sikt.
Brandur Sandoy, fyrrverandi tingmaður fyri Sandoynna











