Ólavur vaks upp hjá Hans og Lenu í Beiti í Sørvági. Hann tók studentsprógv í Hoydølum í 1973. Síðani hevur hann fingist við ymiskt. Hann starvaðist í yngru árum sum blaðmaður í nøkur ár, var við fiskiskipum á lodnuveiðu og á makrelveiðu. Eisini hevur hann verið í langfarasigling.
Í nøkur ár var Ólavur læraravikarur, og í 1976/77 var hann vikarur í Mykinesi.
Ólavur hevur búð í Onglandi og í Danmark í nøkur ár, har hann hevur lisið, men nú býr hann í Hjørring í Norðurjútlandi saman við dóttrini, Katrin.
Hann hevur eisini verið parttíðar blaðmaður hjá Sosialinum ? hetta var, tá Sosialurin fyri nøkrum árum síðani byrjaði við redaktiónunum kring landið. Tá var Ólavur í Beiti »okkara maður« í Vágum.
Bókmentalistin hjá Ólavi er langur:
Ung Sál 1980
Genturnar í Leixöes 1988
Sørvágs skúli 1989
Einaferð 1989
Frøkun snarljós og hennara dýrabæra ogn 1994
Eitt slag av tíð 1995
Tá ið tú kemur 1996
(Eisini týdd til danskt)
Úr egnum barmi 1997
Losi tann fyrsti 1997
Til kærleikin meg skilir 1998
Sangur einliga pápans
Fleiri av søgunum hjá Ólavi hava verið lisnar upp í Útvarpi Føroya og hava eisini staðið í føroysku bløðum.
Í 1990 varð Ólavur biðin um at senda søgu til stuttsøgukapping, sum Gula Tidend í Noreg skipaði fyri, og sama ár var hann eisini eitt skifti á Skrivekunstakademiet í Bø í Telemørkini í Noreg.
Ólavur gongur í løtuni á listaskúla í Hjørring.
Vit ynskja Ólavi hjartaliga tillukku við degnum!