Ólavur Olsen er settur varaleiðari

Tórshavnar kommuna hevur sett Ólav Olsen í starv sum varaleiðara fyri Tórshavnar Musikkskúla.

 

Ólavur er 38 ára gamal og útbúgvin tónleikari frá lærda tónlistaháskúlanum í Århus í 2003 við trompet sum høvuðsljóðføri.

 

Ólavur hevur síðani 2004 starvast í Musikkskúlanum og hevur umframt tað, eisini verið virkin tónleikari á ymsum tónleikapallum.

 

Ólavur hevur harafturat viðkomandi royndir sum tónleikasamskipari og verkætlanarleiðari á tónleikaøkinum.

 

Ólavur Olsen tekur við starvinum sum varaleiðari fyri Tórshavnar Musikkskúla 1. septembur.