Daniele de Rossi gloymir ikki tey, sum hava havt týdning fyri hansara yrkisleið sum fótbóltsspælari. Tað sigur hann, og tað prógvaði hann til eina jarðarferð í gjár.
Pietro Lombardi, sum í mong ár var liðleiðari hjá italska landsliðnum, doyði fyri nøkrum døgum síðani. Hann gjørdist 92 ára gamal, skrivar Gazzetta dello Sport.
Blaðið skrivar, at Daniele de Rossi eftir venjingina í Roma í gjár koyrdi beinleiðis til Florens, har hann legði HM-gullheiðursmerkið frá HM 2006 í kistuna hjá Pietro Lombardi.