Leguhús 4,6 miljónir bíligari enn mett

Í dag vórðu tilboðini at byggja upp í Leguhúsið í Nesvík latin upp.

Í dag vórðu tilboðini at byggja upp í Leguhúsið í Nesvík latin upp. Hetta varð gjørt í hølunum hjá Selmari Nielsen Arkitektum, sum eisini hava staðið fyri projekteringini av uppíbyggingini.

 

Heimasíðan hjá Trúboðanum veit í dag at siga, at TN Bygging átti lægsta tilboðið, sum var stívliga 4,6 miljónir krónur lægri enn kostnaðarmetingin hjá Selmari Nielsen Arkitektum á 26,5 miljónir krónur umframt meirvirðisgjald.

 

Sambært lóg og góðkenning frá 2012 fær Heimamissiónin meirvirðisgjaldið endurrindað frá Taks.

 

Niclas Davidsen, formaður í bygginevndini, sigur sambært Trúboðanum, at tilboðini nú verða gjøgnumgingin av Selmari Nielsen Arkitektum. Teir fara at hyggja eftir, hvat tað er, sum ger munin á tilboðunum, eins og teir fara at hyggja eftir, um alt er í lagi.

 

- Tá tað er gjørt, verður støða tikin til at fara víðari. Tá er tað soleiðis, at um alt er í lagi, fær tann, sum hevur lægsta tilboðið, arbeiðið. Síðan verður farið í gongd, sigur Niclas Davidsen, formaður í bygginevndini, við heimasíðuna hjá Trúboðanum.