Leicester er flúgvandi – Chelsea nærkast kreppu

Premier League: Leicester er nýtt oddalið við sigri á Chelsea, um ikki livur upp til innkeypini

Tveir dystir vóru í Premier League í gjár. Leicester City legði seg fyribils á oddasessin við 2-0 sigri á Chelsea, sum nærkast eini kreppu. Í London er David Moyes við at fáa skil upp á West Ham, sum vann 2-1 á West Bromwich.

Tað eru fimm ár síðani, at Leicester City púra óvæntað vann Premier League. Nú eru teir aftur nummar eitt, so spurningurin er um søgan er við at endurtaka seg? Leicester vann 2-0 á heimavølli móti Chelsea.

Wilfred Ndidi og James Maddison skoraðu málini. James Maddison økti til 2-0 fýra minuttir fyri hálvleik, eftir at Chelsea hevði fingið brotsspark, men VAR umdoypti dómin til fríspark á brotssteigarmarkinum. Heimaliðið var leikliga omaná og tóktist orkuríkt.

Chelsea er nú á áttanda plássi og fleiri byrjar at seta spurnartekin við venjaran, Frank Lampard. Hann keypti í summar spælarar sum Kai Havertz (Bayer Leverkusen), Ben Chilwell (Leicester City), Timo Werner (RB Leipzig), Hakim Ziyech (Ajax), Edouard Mendy (Rennes) og Thiago Silva (PSG) fyri beint undir tvær milliardir krónur.

Skil er við at koma upp á West Ham. Við 2-1 sigri á West Bromwich er West Ham nú á sjeynda plássi. Málini skoraðu Jarrod Bowen og Michail Antonio. Í kvøld verða tveir dystir. Manchester City tekur á heimavølli móti Aston Villa, meðan Manchester United er á vitjan hjá Fulham, sum liggur undir niðurflytingarstrikuni.

1Leicester19122535:2138
2Man Utd18114334:2437
3Man City17105229:1335
4Liverpool1897237:2134
5Tottenham1896333:1733
6Everton17102528:2132
7West Ham1995527:2232
8Chelsea1985633:2329
9Southampton1885526:2129
10Arsenal1983823:1927
11Aston Villa1582529:1626
12Leeds1872930:3423
13Crystal Palace1965822:3323
14Wolves1964921:2922
15Newcastle1854918:3019
16Brighton1938822:2917
17Burnley174499:2216
18Fulham1726914:2512
19WBA19251215:4311
20Sheffield Utd19121610:325