Leita nú eftir plássi til minnisvarða yvir deyðar barnakonur

Semja seg um, at hann skal vera so nær miðbýnum í Fuglafirði sum tilber

Nú skal ein minnisvarði yvir kvinnur, sum eru deyðar í barsilssong, reisast í Fuglafirði.

Tað eru tær tríggjar, Poulina Abrahamsen, Anne Mette Greve Klementsen og Brynhild Næs Petersen, sum reistu málið í fjør, og síðani hevur gongd verið í tí.

Í hesum sambandi hevur býráðið nú samtykt at tekniska nevnd, minnismerkjabólkurin og standmyndanevndin, skulu kanna, hvar ein slíkur minnisvarði stendur best.

Tey eru samd um, at tað skal vera onkustaðni í Miðstaðarlundini mitt í bygdini, men akkurát hvar, er ikki avgjørt.

Men tí ið tey hava funnið eitt hóskandi pláss, skulu tey leggja eitt tilmæli fyri býráðið, sum síðani skal taka endaliga støðu.

Tað var í sambandi við minningarhald teirra sjólætnu í fjør, at spurningurin av álvara tók seg upp um at reisa ein minnisvarða yvir kvinnur, sum eru deyðar í barsilssong.

Tá greiddi Anne Mette Klementsen, prestur í Fuglafirði, frá í KvF, at aftan á sótu tey og prátaðu um, at í Føroyum hava vit ongan minnisvarða yvir kvinnur, sum eru deyðar í barsilsong. Sostatt hava øll tey, sum hava eina sorg at bera í tí sambandi, ongastaðni at fara við síni sorg.

Men so var tað ein sum nevndi, at tað kundu tey gera í Fuglafirði, greiddi prestur frá.

Sjálv heldur hon, at tað er eitt stórt kapittul í Føroya søgu, at kvinnur eru deyðar í barsilssong og hon heldur, at næstan allar familjur kenna onkra kvinnu, sum er deyð í barsilssong.

Hetta er ein sorg, sum hevur rakt ógvuliga nógvar familjur, men sum eingin hevur tosað um, tí tað hevur verið so pínufult, at tey hava noydd at leggja lok á, segði hon.

Hon heldur, at hetta er eitt hol í Føroya søgu og hugskotið við minnisvarðanum er, at fólk skulu hava eitt stað at fara við síni sorg, og hon heldur, at tað staðið skal vera mitt í bygdini, har lívið er.

Síðani hevur verið arbeitt við málinum og Fuglafjarðar býráð hevur samtykt at játta 250.000 krónur til endamálið í ár.

Minnisvarðin er mettur at kosta 700.000 krónur tilsamans og tey eru eisini farin at leita eftir stuðuli, bæði innanlands og uttanlands, til endamálið.