Grønlands Politi sigur í tíðindaskrivi, at tað tíverri ikki hevur eydnast at finna hin 17 ára gamla, hóast dúgliga hevur verið leitað.
- Tískil er leitingin nú steðgað, og tey avvarðandi hava fingið boðini, verður lagt aftrat.
Tað var seinasta leygarmorgun, at løgreglan fekk boðini um saknaða dreingin í Upernavík.
Grønlands Politi setti í verk umfatandi leiting í samstarvi við Arktisk Kommando.
- Vit takka teimum mongu sjálvbodnu, sum hava luttikið í leitingini, sigur løgreglan í tíðindaskrivi, sum Sermitsiaq endurgevur.