Upprunaliga var vegurin lagdur omaná eyr og mold

- Leitisvegur er ein tann elsti í bygdini. Hann varð upprunaliga bygdur til hestavognar og lagdur omaná eyr og mold

- Ein partur av Leitisvegi verður nú gjørdur av nýggjum og breiðkaður fyri at betra um ferðslutrygdina og gera vegin hóskandi til dagsins ferðslu. 

 

Í Vestmanna kommunu siga tey, at Leitisvegur er ein av elstu vegunum í bygdini. Hann varð upprunaliga gjørdur til hestavognar og lagdur omaná eyr og mold.

 

- Hóast fleiri hava búsett seg á Leiti gjøgnum árini, og nógv virksemi hevur verið í sambandi við bæði vatnorku og vindorku, er vegurin ongantíð gjørdur niður á fast undirlag, so hann er egnaður til bilferðslu og tyngri ferðslu.

 

Vegurin er tískil í sera ringum standi og hevur leingi havt tørv á ábøtum.

 

- Í fyrstu syftu verður arbeitt á strekkinum frá Leitisvegi 15 og tvørtur um ánna við Leitisveg 9. Samstundis verður vegurin breiðkaður í ovara borði, so hann verður tvísporaður.

 

Í Vestmanna kommunu sigaa tey, at arbeiðið er farið í gongd og fer væntandi at taka einar tveir mánaðir.

 

- Meðan arbeitt verður í dagtímunum, er Leitisvegur stongdur fyri óviðkomandi ferðslu, og bert íbúgvar á Leitisvegi og onnur, ið hava neyðug ørindi í økinum, kunnu brúka vegin, verður lagt aftrat.