At tøknifrøðin er í stórari menning, er internetið eitt gott dømi um. Gjøgnum internetið ber til at samskifta skjótt, væl og lætt, hvar á jørðini - ella í rúmdini um tað skal verða - tú ert staddur.
Seinasta hálva árið hevur Sosialurin gjørt nógv fyri at menna útgávuna av Internet-Sosialinum. Hetta er útgáva av blaðnum á internetinum.
Á hendan hátt ber til hjá øllum fólkum í heiminum, sum hava atgongd til internetið, at lesa Sosialin seinnapartin dagin fyri útgávudagin - líka mikið hvar tey eru.
Sólborg sum internetpionerur
Áðrenn rækjutrolarin Sólborg legði frá landi í síðstu viku, fingu teir innlagt internetsamband í telduna, teir hava á brúnni.
Av tí at Sólborg hevur teknað seg sum haldara av Internet-Sosialinum, ber tað nú eisini til hjá teimum umborð á Sólborg at lesa tíðindi í Sosialinum hvønn dag - nær á samdøgrinum tað skal vera.
Tøkniliga menningin hevur so gjørt tað, at manningin umborð á Sólborg telist millum tey fyrstu, ið síggja tíðindini í Sosialinum - um teir eru undir Grønlandi ella á Flemmish Cap ella á øðrum leiðum. Tað einasta, ið krevst, er at teir hava samband um telefon ella satelitt.
Internetið áhugað millum rækjutrolararnar
Tá Sosialurin fyrrapartin í gjár hitti skiparan á Sólborg, Sámal Jacobsen, vóru teir staddir í Eysturgrønlandi, og høvdu teir tá verið til fiskiskap í tveir dagar. Har var kavarok, og var Sólborg júst tá á veg gjøgnum eina tjúkka ísbrúgv.
Men Sámal Jacobsen lat væl at nýggju tøknini. Teldu hava teir havt umborð leingi, og hevur hon verið nýtt sum plottari.
? Tá vit vóru í Havn í síðstu viku, royndu vit, um til bar at installera internetið í somu telduna, og væl bar til, greiðir Sámal Jacobsen Sosialinum frá.
Teldan, teir hava, er av slagnum Macintosh, og er tað Radioservice, sum hevur útvegað teimum modemsamband um Inmarsat satelittin.
Sámal Jacobsen segði, at teir vóru 19 mans við Sólborg.
? Men vit hava einsini ein japanskan eygleiðara við, sum umboðar keypararan av japanrækjunum, segði hann.
Umframt Sólborg vóru fleiri aðrir føroyskir trolarar hara á leiðini, eitt nú Hviltenni, Gilstón, Ocean Castle og Atlantic, greiddi Sámal Jacobsen frá. Teir tosa nógv saman, og hevur internetsambandið hjá Sólborg sjálvandi verið nógv frammi.
? Og tað eru fleiri av hinum bátunum, sum hava sagt, at teir eisini fara at fáa sær internetsamband, sigur Sámal Jacobsen.
Er tað onkur, ið ynskir at senda e-mail til Sólborg, so er adressan hendan:
»solborg@post.olivant.fo«