Læraraskúlin lýsir í vikuskiftisbløðunum við nýggju lesivegleiðaraútbúgvingini, sum lærarar hava møguleika at taka tvey tey næstu árini Føroya Læraraskúli lýsir í vikuskiftisbløðunum við nýggju útbúgvingini til lesivegleiðara. Útbúgvingin verður á universitetsstigi. Hon er 30 ECTS, og talan verður um parttíðar lestur, lutvíst í samstarvi við útbúgvingarstovnar í útlondum. Í lýsingini verður roknað við, at umsøkjararnir hava læraraútbúgving, og at teir hava minst tvey ára starvsroyndir innan økið.
Sambært lýsingina verður farið undir útbúgvingina í august 2008, og hildið verður fram inntil 1. juli 2010.
Sambært lýsingini skulu umsóknir vera Læraraskúlanum í hendi í seinasta lagi hósdagin 8. mai.
Í fíggjarlógaruppskotinum er játtan til Læraraskúlan til sjálva útbúgvingina, og Mentamálaráðið hevur sambært fíggjarlógaruppskotinum sett pengar av til vikarar til teirra, ið fara undir útbúgvingina og tískil fara at fáa tímaniðurskurð.